Vestnorðurráðið skal hava nýggjan aðalstjóri. Tað er vorðið greitt, eftir at Inga Dora Markussen, ið hevur sitið sum aðalstjóri í ráðnum síðan juni 2014, hevur fráboðað Kára P. Højgaard, formanni í Útnorðurráðnum, at hon fer í annað starv 1. februar 2018.
Í tíðindaskrivi sent fjølmiðlunum verður upplýst, at hon vendir heim aftur til Grønland við manni og fýra børnum, har hon tekur við starvinum sum útbúgvingarleiðari hjá Royal Greenland. Kári P. Højgaard hevur bara gott at bera nú fráfarandi aðalstjóra.
- Hon eigur sín lut í, at Ráðið fekk eygleiðarastatus í Arktiska ráðnum og at røddin hjá Ráðnum verður hoyrd í ráðstevnunum og forumunum hjá Arctic Circle, sigur Kári P. Højgaard, og nevnir eisini hennara leiklut í samband við 30 ára hátíðarhaldið hjá Útnorðurráðnum, ið varð hildið í Runavík og Tórshavn í 2015, og hennara fyrireiking av mentanarnáttini til ársmøtini og evnisráðstevnurnar.
- Stutt sagt, so missir Ráðið ein aðalstjóra, ið fevnir víða og hevur prógvað, at saman eru vit sterk. Tí er tað við sorgblídni, at vit siga farvæl við Ingu Doru, ið hevur víst stóran íðanskap og áhuga í at loysa uppgávurnar hjá Ráðnum, sigur Kárp P. Højgaard.
Útnorðurráðið fer nú undir tilgongdina at finna ein nýggja aðalstjóra til ráðið, og vóna tey, at nógv vísa áhuga.
- Vit vóna at fáa góðar umsøkjarar til starvið. Síðstu ferð vóru 41 umsóknir til starvið. Tað verður spennandi at síggja hvønn formansskapurin velur til nýggjan aðalstjóra, men vit vóna at útnevna viðkomandi áðrenn evnisráðstevnuna í januar, so vit kunna bjóða viðkomandi vælkomnum og siga farvæl við Inga Dora, sigur Kári P. Højgaard.