Seminar
Seminar um at styrkja og menna útnðorðursamstarvið verður í Reykjavík í døgunum 25. og 26 februar, sigur Nora í tíðindaskrivi.
Evnini, sum viðgjørd fara at verða, eru millum onnur hvat útnorðursamstarv í dag er? Hvussu kann tað mennast? Hvat fæst burturúr? og hvør er leikluturin hjá útnorði?
Luttakarar á seminarinum verða yvirhøvur umboð fyri stovnar og feløg, eins og embætisfólk og politikarar eisini verða við.
Seminarið hevur til endamáls at savna fólk og feløg, sum starvast í útnorði . Bæði politisk, fyrisitingarlig, mentanarlig og onnur, siga fyrireikararnir millum annað í tíðindaskrivinum.
Tilmelding til seminarið kann gerast hjá NORA á Bryggjubakka í Havn, annaðhvørt á tlf. 33 31 10 ella á telduposti nora@nora.fo
Meldast skal til skjótast gjørlig, siga tey í tíðindaskrivinum. Luttakararnir skulu sjálvir syrgja fyri gisting í Reykjavík.
ej