listastevna
Birgir Kruse
Rasmus Lyberth, sum í ár fer um tey hálvthundrað, er ein fjøltáttaður listamaður. Best kenna vit hann á tónlistarliga økinum, har hann í mong ár hevur umboðað Grønland.
Rasmus er føddur í Maniitsoq 1951 og hevur givið út eina røð at fløgum og plátum, altíð á grønlendskum máli. Í Norðanlondum eru fleiri, sum støðugt meta Rasmus Lyberth sum fremsta vísusangaran av øllum, tí hann er so hugtakandi á palli. Sjálvt um vit ikki duga málið, kenna vit innihaldið, siga fleiri.
Rasmus Lyberth var sjómaður, tá hann norðalaga í Finnlandi fór at syngja. Hann helt fram at syngja á bygd í Danmark, ferðaðist við landsmonnunum í rokkbólkinum Sumé í Kanada og Alaska, arbeiddi eitt langt skeið í sjónleikarabólkinum Tukak og stovnaða fyrsta grønlendska sjónleikarabólkin við føstum tilhaldsstaði, Silamuit í 1984.
Í tekstum hevur Rasmus alla tíðina nýtt móðurmálið og hevur verið ein sannur undangongumaður og kveiki hjá yngri sangarum í Grønlandi. Fremst av øllum eru tað kenslurnar, sum eru kjarnin í sangunum, sigur ein hugtikin Sid Jansson í bókini »Nordisk visebok« í 1994, har hann dregur fram sangin »Erningaa«.
Rasmus Lyberth, sum vit eisini kenna úr filmi, er heiðraður við Poul Henningsen-prisen og Danish Jazz, Beat and Folk Prize.
Sama dagin Rasmus hevur konsert í Klingruni, verður tíðindafundur, har nýggj fløga verður løgd fram.
Íslendski Bubbi Morthens er júst farin um tey 45. Hann kenna vit sum fremsta íslendska vísu-, rokk- og fólkasangaran. Hann hevur farið víða, bæði listarliga og landafrøðiliga. Og kanska mest persónliga. Henda ferð, innara og ytri, endurspeglast á sjáldsaman hátt í tekstum og tónleiki hjá Bubba.
Bubbi er yngsti sonur Grethe Skotter Pedersen og Kristinn Morthens, navngivin Ásbjörn Morthens, men kallaður »Bubbi«. 13 ára gamal flutti hann við mammuni til Danmarkar, men vendi aftur til fedralandið Ísland, tá danski skúlin gjørdist ov trupul. Orðblindni var orsøkin, staðfestir Politikens Rock Leksikon. Fleiri ár seinni yrkir hann »Ég elska bækur«, sum Martin Næs landsbókavørður hevur umsett til føroyskt »Eg elski bøkur«. So ikki er tað altíð um skúlan og skipaða skúlagongd, at alskurin til bøkur sprettur fram.
Bubbi fór at arbeiða í fiski og eitt skifti í sjeytiárunum var hann í Klaksvík. Her arbeiddi hann saman við Einari Kárassyni, sum í dag er millum fremstu rithøvundar Íslands. Í Klaksvík var Norðborg arbeiðsstaður hansara. Um tíðina í Føroyum skrivar Bubbi í sjálvævisøguligu bókini »Bubbi«, sum Mál og Menning gav út í 1990, eins og í sanginum »Færeyablús« á fyrstu lp-plátuni.
Hesa tíðinia í sjeytiárunum fór Bubbi at lurta eftir amerikansku sangarunum Woody Guthrie og Leadbelly. Hann legið seg eftir einum serstakum gittarspæli og setti lag til yrking hjá eldra bróðirnum Tolla, sum seinni bleiv kendur listamálari.
Í 1980 kom fyrsta lp-plátan »Ísbjarnarblús«. Eftir hetta møtti Bubbi tveimum bretum í Reykjavík og saman við teimum stovnaði hann fimm manna bólkin »Utangarðsmenn«, sum m.a. spældi saman við The Clash.
Eins og Rasmus hevur Bubbi spælt við í filmi. Sum tónleikari er hann við í klassiska íslendska filminum »Rokk í Reykjavík« frá 1982 og sum leikari í filminum »Eins og skepnan deyr« frá 1985. Um hetta mundi flutti Bubbi til Svøríkis og spældi við í Imperiet, har Joakim Thåström eisini var við.
Við støði í hvítari og svartari amerikanskari vísuhevd í farnu øld, hevur Bubbi Morthens stundum verið skýrdur hin íslendski Bruce Springsteen. Eitt hóskiligt heiti, hóast Bubbi avgjørt gongur egnar leiðir, m.a. við upptøkum av heitu oynni Kuba. Nýliga hevur hann eisini sungið Bellmann-vísur, eins og kendastu sangirnar hjá farbróðirnum, Hauki Morthens.
Bubbi Morthens arbeiðir við nýggjum tilfari, sum í heyst kemur út á forlagnum Skífan. Tvær aktuellar savnsfløgur, báðar við heitinum »Søgur« lýsa væl øll skeiðini hjá fremsta íslendska rokkyrkjaranum Bubba Morthens. Fyrra konsertin verður saman við Vísumonnum í Atlantis í Klaksvík. Seinna konsertin hjá Bubba verður í høllini í Norðurlandahúsinum.









