Útnorður-konsert við Rasmus og Hanus

Í dag Norðurlandadagin verður forkunnug útnorðurkonsert í Norðurlandahúsinum við tveimum av mætastu sangarum í útnorði, grønlendska Rasmus Lyberth og føroyska Hanus G. Johansen

Kendi grønlendski sangarin, sangskrivarin og sjónleikarin Rasmus Lyberth fer nú, saman við guittarleikaranum Michael Hansen at halda eina konsert í Norðurlandahúsinum í kvøld, 23. mars kl. 20. Við á konsertini verður eisini Hanus G. Johansen.

Tað er Norrøna Felagið í Føroyum, sum hevur fingið Rasmus Lybert til Føroya, og sum skipar fyri konsertini i tøttum samstarvi við Norðurlandahúsið.


60 ár
23. mars er Norðurlandadagur, og Norrøna Felagið í Føroyum heldur í hesum sambandi sín árliga aðalfund í Norðurlandahúsinum.
Eftir sum tað í ár eru 60 ár síðan Norrøna Felagið varð stovnað, valdi nevndin at gera nakað serligt burtur úr Norðurlandadegnum í ár, og bjóðaði Rasmus Lybert at koma og seta dám á dagin við eini konsert saman við føroyska Hanus G. Johansen eftir aðalfundin.


Um Rasmus Lyberth
Rasmus Lyberth, sum fyllir 60 ár í summar, er tann grønlendingur, sum hevur megnað at koma longst við sínum tónleiki.
Í fleiri áratíggju hevur hann verið ímyndin av grønlendskum sangi og tónlist kring stóran part av heiminum.

Tað er øðrvísi og serligt at hoyra Rasmus Lyberth syngja sínar sermerktu grønlendsku sangir. Rødd hansara hevur ein heilt serligan dám og tónleikur hansara er forkunnugur og kann tykjast fremmandur fyri vesturlendingar.

Rasmus Lybert greiðir frá um sínar sangir við hita og fynd. Nakrir av sangum hansara taka støði í sosialum viðurskiftum, nakrir eru skaptir úr smáum hjartanemandi gerandishendingum og aðrir eru ljóðmyndir av stórbæru og vøkru grønlendsku náttúruni. Hóast tekstirnir eru á grønlendskum, so megnar
Rasmus við rødd og nærveru síni at náa áhoyrarunum so øll fáa okkurt við sær.