TMS tapti

Heini Hanusarson og liðfelagarnir fingu beinin so ruddiliga niður á jørðina, tá teir um vikuskiftið máttu lúta fyri Fredericia

Hondbóltur

Eftir flotta avrikið móti Skjern fyri viku síðani, gjørdist tað um vikuskiftið aftur gerandisdagur hjá Heina Hanusarson og liðfeløgum hansara í Team Midtsjælland.
Hesa ferð leiktu teir móti Fredericia, og tað var sjáldan nakar spenningur um, hvat liðið var betri. Í hálvleikinum var støðan 17-14 til heimaliðið, og í seinna hálvleiki øktist munurin bara. Heini og teir funnu í góða løtu ikki fram til málið, og tá avtornaði, stóðu 33-25 á máltalvuni, sum sostatt boðaði frá einum tryggum heimasigri.