TMS Ringsted vann aftur í dag

Lív S. Poulsen og liðfelagarnir í TMS Ringsted hava vunnið sjey av átta teimum seinastu dystunum

Lív S. Poulsen og liðfelagarnir í TMS Ringsted spældu í dag dyst í næstbestu donsku hondbóltsdeildini á útivølli móti Aalborg HK.

 

Ringsted vann stórsigur 35-25. Í steðginum vóru Lív og liðfelagarnir á odda 15-12.

 

Ringsted hevur vunnið sjey av teimum seinastu dystunum, og er Ringsted nú nummar seks í deildini við 14 stigum fyri 13 dystir.

 

Lív skoraði tvey mál í dag.

 

Komandi leygardag spælir Ringsted á útivølli móti Hadsten, ið er tvey stig frammanfyri Ringsted.