Tað gongur sera væl hjá Lív S. Poulsen og liðfeløgunum í TMS Ringsted.
Í dag vann TMS Ringsted sætta sigurin á rað í næstbestu donsku hondbóltsdeildini.
Á útivølli ímóti Fredericia eydnaðist tað Ringsted at vinna 27-23. Í steðginum var Ringsted á odda 14-13.
Ringsted er nú triðfremst í deildini við 20 stigum. Tó eru 12 stig upp til EH Aalborg, ið er oddalið við 32 stigum. Aftaná lokna kapping flytur ovasta liðið upp í bestu deildina, meðan nummar tvey og trý spæla Play Off dystir um uppflyting.
Í dag skoraði Lív tvey mál fyri Ringsted.
Komandi leygardag spælir Ringsted á heimavølli móti Ejstrup/Hærvejen,