Í útlond at leika

Shalder Geo er á tónleikaferð í Føroyum. Hetta er byrjanin til ferð í grannalondunum í vár

Saman við Eivør Pállsdóttir Kvartett, ferðast bólkurin Shalder Geo í hesum døgum í Føroyum. Tann 4. februar spæla bólkarnir í Café Natúr og kvøldið eftir í Klaksvík í Atlantis..

Shalder Geo skal tó víðari á ferðini. Í apríl byrja teir eina ferð í grannalondunum, ið heldur fram til juli mánað. Bólkurin vitjar í Finnlandi, Danmark, Estlandi og Sámalandi.

Shalder Geo greiðir soleiðis frá navninum: navnið er úr Hetlandi. Geo úttalast gjó = Tjaldursgjógv.

Bólkurin fann saman til eina innspæling við sama navnið í 1997.Klaverleikarin Kristian Blak stovnaði bólkin og hinir limirnir eru Heðin Ziska Davidsen, Mikael Blak og Høgni Klakkstein.

Umframt verða ymsir gestatónleikarar, ið vitja á ferðini.

Bólkurin spælir improvisatiónstónleik yvir egið tónasmíð og fólkatónleik. Á innspældu fløguni er støði tikið í løgum úr Føroyum og Hetlandi.

Umframt henda tónleik, er annað etniskt tilfar, sum Kristian Blak eigur meginpartin av. Tilfar, hann hevur innspælt og smíðað løg yvir síðani sjeyti árini. Men eisin nýggjari tilfar er á skránni. Inuit-tónleikur úr Addeq suituni, føroysk Kingoløg, úr Snjóugluni og tónleikur úr Klæmintsgjógv. T.d. er eisini tilfar hjá Heðini úr útgávuni í Eb-inum og møguleikar verða at víðka skránna við eitt sindur av joiki.

20 konsertir eru á skránni komandi hálva árið. Umframt at spæla á ymsum spælistøðum og í føroyskt - finska felagnum Tjaldur í Helsinki, so verður eisini luttøka á Jazzkaar í Estlandi, páskastevnu í Kautokeino. Umframt eru á skránni Summartónar og Fólkatónleikarastevna í Føroyum.

Ferðin hjá Shalder Geo er komin í lag í samstarvi við Jazzkaar, har Norðurlandhúsinum er við í leikinum, og seinni er samstarv komið í lag við m.a. Universitetið í Joensuu, finsk Karelia, Pauli Hallman, Kuopio, Tjaldur, sámiska forlagið Dat, sum Tutl samstarvar við.

Ferðin er ein av mongum, sum Tutl fyrireikar við tónleikarum, sum hava givið út hjá felagnum og er hetta liður í marknaðarføring utanlanda. Komandi árini standa konsertir á skránni hjá Tutl í Íslandi, USA, Ísrael og Fraklandi.

Skráin hjá Shalder Geo er henda: 19/4, Keypmannahavn. 21-22/4, Alfreds Kro, Kautokeino. 24/4, Tornio. 25/4, Jyväskylä. 26/4, Heksinki. 27/4, Kuopio. 28/4, Joensuu. 29-30/4, Tallin. 1/5, Suðurfinnland.

Eftir hetta eru konsertir í Føroyum.