Útlitini fyri næstu viku

Á Fiskamarknaði Føroya vænta tey ikki nógvan línufisk fyrst í komandi viku, men seinni í vikuni koma fleiri línuskip inn at landa. Skipini hava mest av toski og hýsu. Ein línubátur er vesturi á rygginum, og hann kemur helst eisini at hava nakað av blálongu, svartkalva og lira. Nøkur línuskip fáa eisini nakað av brosmu og longu.

Flestu partrolarar eru farnir aftur til fiskiskap og sama er við djúpvatnstrolarunum.

- Partrolararnir royna serliga eystanfyri, men onkur er á Munkagrunninum. Fiskiskapurin er heldur smáligur.

Av djúpvatnstrolarunum er bara ein til vanligan fiskiskap. Hann fiskar kongafisk og svartkalva. Hinir antin partrola ella eru á djúpum vatni og fiska.

Á Fiskamarknaði Føroya vita tey at siga, at nakrir trolbátar eru úti.

- Teir eru bæði norðanfyri og fiska tosk og hýsu og á Skeivabanka eftir havtasku. Teir verða vantandi inni mitt í vikuni, sum veðurlíkindi síggja út nú.

Einki garnaskip er út, tí har er sáttmálin ikki komin upp á pláss enn.

Um útróður veit Fiskamarknaður Føroya at siga, at streymurin versnar út á vikuna, og veðrið verður neyvan heldur nakað serligt.

- So, vit vænta ikki nógvan útróður. Møguliga verður nakað av útróðri fyrst í vikuni, siga tey á Fiskamarknaði Føroya í síni meting um komandi viku.