Mett verður, at BTÚ í ársins prísum vaks útvið 1% í 2010 sammett við 2009, sigur Landsbankin í skrivi. Vøksturin stavaði fyrst og fremst frá, at framleiðslan í tilfeingisvinnunum øktist, meðan almenni geirin stimbraði eftirspurningin við øktum halli í landskassanum, hjá kommununum og í almennum grunnum.
Nakað av óvissu er um vøksturin í BTÚ fyri 2011 orsakað av, at ein av stóru bankunum, Eik Banki, er í eini tilgongd við eigaraskifti, sum kann ávirka útlánsvirksemið hjá bankanum í ár. Framleiðslan í fiskivinnuni í 2011 verður møguliga ávirkað av húsaganginum í Faroe Seafood og av sáttmálaósemjuni millum Føroya Reiðarafelag og manningarfeløgini. Harafturat kemur, at framleiðslan í fiskivinnuni býtt á skipabólkar broytist orsakað av ósemjuni millum strandalondini um makrelfiskiskapin. Tað er torført at siga við vissu, hvørja ávirkan hetta fær á vøksturin í BTÚ.
Við nevndu fyrivarnum eru útlit til, at BTÚ í 2011 og 2012 í miðal kann vaksa 5% um árið í ársins prísum. Vøksturin stavar frá, at útlit eru til frægari fiskiskap eftir botnfiski undir Føroyum næstu árini, umframt at privata nýtslan væntandi fer at vaksa nakað. Eisini verður væntað, at privatar íløgur fara at vaksa. Harafturat kemur eitt íkast til vøksturin í BTÚ frá, at framleiðslan í alivinnuni væntandi veksur nakað næstu árini. Hinvegin fer tað at tálma vøkstrinum, at fíggjarpolitikkurin hjá landi og kommunum væntandi verður táttaður nakað fyri at minka um hall og tað, at peningastovnar mest sannlíkt verða varnir við at vaksa um útlánini, sigur Landsbankin í skrivi.