Í dag, týsdagin 29. apríl klokkan 16, hevur Smyril Line aðalfund.
Vælvitandi keldur vilja vera við, at formaðurin í nevndini, Tórmóður Djurhuus, á hesum fundi fer at takka fyri seg og taka seg aftur sum nevndarformaður fyri Smyril Line.
Sjálvur vil hann ikki vátta tíðindini, men sigur bara, at tað fáa vit at síggja, tá aðalfundurin er.
Hvussu verður og ikki. Tórmóður Djurhuus umboðar partapeningin hjá Framtaksgrunninum í Smyril Line, og leggur hann frá sær, stendur ein týdningarmikil stólur í stóru verkætlanini, sum nýggja Norrøna er, tómur at manna.