Ætli mær niður á mína gomlu vekt

Løgmaður, Kaj Leo Holm Johannesen, heldur nýggjársaftan heima við hús.

- Vit hava eitt eigarafelag sum skipar fyri, hvar vit saman við børnunum ganga við faklum runt um í grannalagnum, og her verða vit millum 100 og 150 fólk.

Hann sigur, at tey skipa sjálvi fyri tiltøkum á fríøkinum.

- Suppa, kakao og gløggur verður at fáa. Vit brenna bál í tunnum, sum eru settar runt á fríøkinum, og vit ganga húsagongd, sum vit kenna tað av bygd í Føroyum.

Kaj Leo sigur, at hann keypir fýrverk til dreingirnar.

- Mítt nýggjárslyfti er, at eg ætli mær niður á mína gomlu vekt, sum eg hevði, tá eg var í toppformi í fótbólti.

Nýggjársynski løgmans er, at vit fara væl við hvørjum øðrum og eru góð við hvønn annan.

- Mítt persónliga motto er, at vit eiga at fara við okkara medmenniskjum, soleiðis sum vit vilja, at tey skulu fara við okkum.

Hann sigur, at hansara ynski eisini er, at vit í hesum alheims búskaparliga trongu tíðum framhaldandi koma at hava góðar og støðugar politiskar karmar.

- Og ikki minst - at vit koma at hava eina líka góða leiðslu av okkara landi, sum vit hava havt tey seinastu fimm árini. Men, sum maðurin segði - alt er relativt, sigur løgmaður, Kaj Leo Holm Johannesen.