Ætli at halda uppruna avtaluna

- Tað lá heilt greitt í kortunum, at tá lánini í undirsjóvartunlunum vóru útgoldin, skuldi tað verða ókeypis at koyra gjøgnum tunlarnar, sigur Jørgen Niclasen, fíggjarmálaráðharri

Tað kemur einki krav frá fíggjarmálaráðnum um, at tað framvegis skal kosta at koyra gjøgnum undirsjóvartunlarnar, tá lánini eru útgoldin.
- Tað var gjørd ein politisk semja um, at tá lánini vórðu útgolsin, skuldi tað verða ókeypis at koyra gjøgnum tunlarnar, og eg gangi bara út frá, at hendan avtalan verður hildin, sigur Jørgen Niclasen.
Ætlanin hevur ongatíð verið nøkur onnur.
- Vit skulu jú minnast til, at Vágatunnilin upprunaliga varð mettur at kosta 240 milliónir krónur, harav landið skuldi rinda 160 milliónur og brúkarin skuldi rinda 80 milliónir krónur. Nú vísti tað seg, at samlaði kostnaðuri gjørdist 300 milliónir krónur, vísir Jørgen Niclasen.
Talan varð framvegis um, at landið skuldi rinda tær 160 milliónir krónurnar.
- Hetta merkti so, at brúkarin í staðin fyri at rinda 80 milliónir krónur, nú skuldi rinda 140 milliónir. Tí dugi eg ikki at ímynda mær, at brúkarin framhaldandi skal gjalda, eftir at lánini eru útgoldin, sigur Jørgen Niclasen.
Hann viðgongur tó, at politikararnir helst ikki hava givið sær far um, at tað í lógartekstinum stendur, at »Tá útveganarkostnaðurin er fult afturgoldin, og P/F Vágatunnilin stendur sum eigari, verður alt anleggið, uttan viðurlag, avhendað landinum til ognar«.
- Men tað hevur alla tíðina ligið í kortunum, at parturin hjá landinum ikki skuldi gjaldast aftur, sigur Jørgen Niclasen.

Løgmaður
Í fyrispurningi frá Poul Michelsen til løgmann um júst hendan spurning, svaraði løgmaður, at íløgan hjá landinum skuldi gjaldast aftur, áðrenn tað kundi gerast ókeypis at koyra gjøgnum tunlarnar.
- Men hetta var nakað, ið løgmaður eftirfylgjandi kom út og rættaði, sigur Jørgen Niclasen.
Tað kann tó vera, at gjaldast skal nakað út yvir, at lánini eru útgoldin.
- Har er eisini talan um viðlíkahald av tunlunum, og tað er greitt, at tað ikki ber til at avhanda teir sum skendsil. Tí er eisini møguligt, at bummgjald verður tikið, so neyðuga viðlíkahaldið kan gerast, so tunlarnir eru í góðum standi, áðren teir verða avhendaðir til landið, sigur Jørgen Niclasen.
Hann ætlar so ikki at taka stig til, at bummgjaldið heldur fram, eisini eftir at lánini til tunlarnar eru útgoldin.
- Politiskt moralska avtalan, sum var gjørd við brúkararnar, var, at tá lánini til tunlarnar vórðu útgoldin, skuldi tað verða ókeypis at koyra ígjøgnum, og ta avtaluna ætli eg mær at halda fast við, sigur Jørgen Niclasen, fíggjarmálaráðharri.