Útlendskur ummælari hálovar Hamferð

Fløgan er so undirmett, at tað er kriminelt, metir enskur ummælari í Moshville.

Hamferð gav herferðfyri út nýggja útgávu, nevnd Támsins Likam.

 

Miðilin The Moshville Times, ella www.moshville.co.uk , hevur ummæli av fløguni, og ummælarin leggur ikki fingrarnar ímillum. Soleiðis at skilja, at hann er at kalla blástur um koll, so nógv heldur hann av Hamferð og nýggju útgávuni.

 

 

Ummælarin, nevndur James, kennir til Hamferð frá fyrru fløgu teirra, og var hann tí spentur uppá hesa nýggju útgávuna.

 

 

Hann metir hetta vera eina sera undirmetta útgávu. So undirmetta, at tað er kriminelt, sum hann málber seg.

 

 

Hann sigur seg ikki skilja føroyskt, tó at hann hevði ynskt, at hann skilti málið. Men tó forðar hetta honum ikki, og hann nevnir í ummælinum gongdina í útgávuni, sum er syrgilig, og ein heilskapað søgugongd. Ummælaranum dámar væl sangaran, Jón, og metir, at útgávan væl kann gerast ársins útgáva innan hetta tónleikaslag, tó at hetta er tíðliga at siga nú í janarmánað.

 

 

Ummælarin metir útgávuna hjá Hamferð vera undirmetta, kandidatur til ársins útgávu, og hann gevur henni eitt 10 tal.

 

Alt ummælið sæst her:  http://www.moshville.co.uk/reviews/album-review/2018/01/review-hamferd-tamsins-likam/ #prettyPhoto