Fundartiltak
Mánakvøldið skipaði sambandsfelagið í Eysturoy, Samhald, fyri kjakfundi í Stranda Centrum á Strondum. Evnið var útlendskur kapitalur í vinnuni teir, sum sótu við pallborðið, vóru løgtingsmenninir, Kaj Leo Johannesen og Heini O. Heinesen.
Eini 40 fólk nýttu høvið at líða á, hvat hesir báðir, sum hava stóran áhuga í vinnuni, høvdu at siga.
Heini var fyrstur við síni framløgu og síðan Kaj Leo. Eftir framløgurnar, høvdu áhoyrararnir høvi at seta spurningar.
Ein eldri maður, sum var millum áhoyrararnar, segði eftir fundin, at hann hevði ikki vitað, hvør var sambandsmaður, og hvør var tjóðveldismaður, um hann ikki visti tað frammanundan.
Politiskir karmar
- Eg haldi, vit vóru samdir um, at flestu lond leita eftir kapitali og
royna at fáa útlendingar at gera íløgur. Kortini er tað soleiðis, at tá ið einum landi ikki vantar kapital, hava vit hug at steingja fyri - og øvut, tá ið tørvur er á kapitali.
Kaj Leo sigur, at skulu vit loyva útlendskum kapitali, er neyðugt,
at politisku karmarnir eru teir røttu, og at stabilitetur er í samfelagnum.
- Eg haldi, vit vóru rættiliga samdir um, at neyðugt er við eini betri lóggávu á økinum, um vit skulu lata upp fyri útlendskum kapitali í føroyskari vinnu. Her gongur sjón fyri søgn, sigur Kaj Leo.
Hann ásannar, at spurningurin um fiskiríkidømi í føroyskum sjógvi er kensluborin, og tí eiga vit at ansa væl eftir, hvussu fram verður farið.
- Vit vóru samdir um, at lóggávan fyri útlendskum kapitali í føroyskari vinnu er ikki nøktandi.
Ávísur ótti
Kaj Leo sigur, at hann tosaði um globalisering og vísti á, at øll lond hava ein ávísan ótta fyri tí útlendska og fremmanda.
- Eg legði dent á, at vegurin til framburð er útbúgving og kapitalur, sigur Kaj Leo Johannesen, løgtingsmaður.
Sosialurin fer at venda aftur til fundin á Strondum.










