NAFF
Mangt bendir á, at áhugin millum útlendskar fjølmiðlar fyri altjóða fiskivinnuni í Føroyum er rættiliga stórur hesaferð.
Ein hópur av útlendskum bløðum hava havt drúgva umrøðu um Føroyar og serliga um North Atlantic Fish Fair.
Danska blaðið, VestkystFiskeren, gjørdi rættiliga nógv burturúr í seinastu útgávuni hjá sær, og tað sama gjørdu bæði World Fishing og Fishing News International, sum sendi blaðfólk til Føroya at skriva um stevnuna.
Norska blaðið, Fiskaren, hevur eisini verið á vitjan í Føroyum og hevur skrivað hóp av tilfari um Føroyar og fiskivinnustevnuna, sum rættiliga setur Føroyar í Fokus í hesum døgum.
Eisini danska Fiskerbladet, Norska Kystamagasinet og fleiri útlendskar tíðindaheimasíður hava gjørt væl burturúr stevnuni.
Fleiri av hesum norðurlendsku fjølmiðlunum verða eisini beinleiðis umboðaðir á North Atlantic Fish Fair 2005 við egnum bási.