Útlendskar kappingar geva nógv

Signhild Joensen vann gull í altjóða kapping í Fraklandi. - Hetta gevur sera nógv, sigur hon.

Føroyskir svimjarar hava um vikuskiftið luttikið í altjóða kapping í Saint-Dizier í Fraklandi, og har eydnaðist tað Signhild Joensen úr Ægir at vinna gull í 100 metrum rygg. Tíðin hjá henni var 1:02.15.


Signhild Joensen er ikki treytaleyst nøgd við avrikini hjá sær í kappingini, men hon sigur í samrøðu við Sosialin í dag, at kappingar sum hesar eru umráðandi at fara til.


- Tær útlendsku kappingarnar geva sera nógv, sigur hon.


- Mær dámar væl at fara uttalands at kappast fyri at fáa eina øðrvísi avbjóðing, og hetta er eisini ein partur av fyrireikingini fram ímóti teimum stóru altjóða kappingunum, sum eru fyri framman, sigur Signhild.


Komandi vikuskifti er FM á skránni, og í desembur er HM í Hangzhou, Kina, á skránni.


Signhild Joensen er í ”fimm skjótir” í Sosialinum í dag, har hon eitt nú greiðir nærri frá kappingini í Saint-Dizier og um hvussu nógva tíð hon brúkar upp á svimjing um vikuna.