Nú um vikuskiftið skipar Borðtennissamband Føroya fyri millumtjóða borðtenniskapping í Hoyvíkshøllini. Hetta er sokallaða Arctic Open, ið verður fyriskipað á fimta sinni. Kappingin varð hildin fyrstu ferð í Reykjavík í 2013, síðani í Havn í 2014, í Nuuk í 2015, aftur í Reykjavík í 2016 og hesa ferð í Hoyvík í 2017. Tjóðirnar, ið luttaka, eru Grønland, Ísland og Føroyar.
Í alt 34 borðtennisleikarar, 21 menn og 13 kvinnur úr hesum trimum londunum leggja til brots Dýra biðidag kl. 14.30 við liðkappingini. Seks manslið og fýra kvinnulið spæla øll móti øllum – hildið verður fram til umleið kl. 22.00. Liðkappingin er tann einasta kappingin, har eingin hálvfinala ella finala er – sum sagt, øll liðini spæla móti øllum.
Leygarmorgunin kl. 09.00 spæla menninir seinasta umfarið í liðkappingini og kvinnurnar byrja við kappingini í tvímansleiki. Á middegi byrjar blandaður tvímansleikur og seinnapartin tvímansleikur hjá monnum og einstaklingakappingin hjá kvinnum. Roknast kann við, at spælt verður til umleið kl. 18.00. Spælt verður fram til hálvfinalurnar.
Sunnumorgunin er einstaklingakappingin hjá monnum á skránni. Byrjað verður kl. 09.00. Kl. 13.00 byrja hálvfinalurnar í hesi raðfylgju: Tvímansleikur kvinnur, tvímansleikur menn, blandaður tvímansleikur, einstaklingar kvinnur og einstaklingar menn. Kl. 15.00 byrja finalurnar í somu raðfylgju.
Grønlendingar og íslendingar hava bestu kortini í hondini á manssíðuni – Grønland við Ivik Nielsen á odda og íslendingar við Kára Mimisson fremst. Harafturímóti hava vit Henriettu Nielsen á kvinnusíðuni, sum áður hevur vunnið Arctic Open, umframt Duritu Fríðadóttir Jensen, sum í fjør vann silvur í Reykjavík.
Rættilig vinarbond eru knýtt millum hesi londini seinastu fimm árini – somuleiðis millum leikararnar. Samstundis sum hetta er ein vinarkapping, so verður so sanniliga barst um gull, silvur og bronsu í øllum kappingunum. Kappingin er samstundis ein liður í fyrireikingunum til oyggjaleikirnar í Gotlandi síðst í juni.
Borðtennissamband Føroya boðar frá, at øll eru vælkomin í Hoyvíkshøllina at hyggja, har tað er ókeypis atgongd. Úrslit frá kappingini verða annars løgd so líðandi út á heimasíðuna btsf.fo.
Føroyska landsliðið
Menn:
Pætur Albinus
Knútur Jóannesarson
Sveinur M. Nolsøe
Eyðun F. Ellendersen
Kvinnur:
Henrietta Nielsen
Anna Mikkjalsdóttir
Durita F. Jensen
Elinborg Nygaard
Venjari: Peter H. Niclasen