Útlendsk fiskifør tryggja rávøruna

Tá mánadagurin er lagdur aftur um, hevur Havsbrún væntandi tikið ímóti umleið 20.000 tonsum av ráfiski. Tað eru írar og norðmenn, sum hava tryggjað virkinum ráfiskin í ár. Hóast útlitini hjá Havsbrún til rávøru í ár ikki eru serliga góð, hevur virkið higartil í ár tó fingið meiri av rávøru, enn leiðslan á virkinum tordi at rokna við, tá árið byrjaði.

Samlaðu ráfiskanøgdirnar higartil í ár liggja um 13.000 tons, og tá ein lítil vika er umliðin aftrat, kemur nøgdin upp á eini 20.000 tons, sum er umleið 25% av tí, sum virkið hevði roknað við fyri alt árið 2010.

Tað eru tó ikki føroysk skip, sum hava tryggjað fóðurvirkinum í Fuglafirði hesa rávøru, men írsk og norsk skip.

Einki føroyskt skip hevur landað beinleiðis til Havsbrún í ár, men tvey systirskip úr Írlandi koma mánadagin á fjórða sinni, og haraftrat hava norsk skip landað bæði lodnu og svartkjaft í Fuglafirði.

Hartvig Joensen á Havsbrún sigur, at tvey norsk skip eru á Fuglafirði í dag, og mánadagin koma systirskipini úr Írlandi aftur av túri.

- Við fiskinum í dag og fiskinum, vit fáa mánadagin, kemur samlaða ráfiskanøgdin hjá okkum upp á umleið 20.000 tons, sigur Hartvig Joensen.

Havsbrún hevur fingið nøkur fá tons úr Kollafirði, har Jupiter landaði herfyri, og haraftrat er nakað komið av brislingi frá deksførum, sum royna inni á firðunum.