Fýra útlendsk ferðafólk, trý úr Evropa og eitt úr Avstralia, vórðu myrd í Etiopia í morgun. Myndugleikarnir siga, at yvirgangsmenn úr grannalandinum Eritrea komu inn um markið, myrdu ferðafólkini og fóru so aftur til Eritrea.
Talsmaðurin hjá etiopisku stjórnini sigur við fronsku tíðindastovuna AFP, at yvirgangsmenninir fáa venjing og vápn frá stjórnini í Eritrea. Hann sigur, at ST ella aðrir altjóða stovnar mugu taka stig til at tryggja frið í hesum partinum av Afrika.
Sambært fronsku tíðindastovuni vórðu tey útlendsku ferðafólkini myrd í landspartinum Afar, sum ber orð fyri at vera tað heitasta staðið á jørðini. Ferðafólkini vóru farin hagar at hyggja at gosfjøllum.
Tað er ikki greitt enn, hvørjum londum tey evropeisku ferðafólkini vóru úr.