Bretska blaðið The Times visti í gjár at siga, at Reyði Krossur í Teilandi hevði fingið boð frá myndugleikunum um at grava fleiri hópgravir nærhendis einum templi í býnum Bang Muang 130 kilometrar norðan fyri frítíðarbýin Phuket. Seinni frættist, at 20 slíkar gravir eru longu grivnar.
Ein teilendskur embætismaður váttaði fyri The Times, at útlendsk ferðafólk verða jarðað í hópgravunum, so skjótt teir útlendsku serfrøðingarnir eru lidnir við sínar DNA-kanningar. Hvørt lík fær ein merkiseðil. Ætlanin er so, at líkini skulu gravast uppaftur og sendast til heimlandið, tá tað er endaliga staðfest, hvørji tey eru, segði embætismaðurin.
Síðani flóðalduna hava teilendigar goymt lík av útlendskum ferðafólkum í kølibingjum, men tey skulu nú jarðast í hópgravunum, hava myndugleikarnir gjørt av.









