Sambært Jacobi Vestergaard, landsstýrismanni, hevur Ráfiskakeyparafelagið leysliga mett, at útlendingar telja umleið 10% av samlaðu arbeiðsmegini á føroyskum fiskavirkjum. Eini 5-10% av fiskimonnunum, sum sigla við føroyskum fiskiskipum á nær-og fjarleiðum, eru útlendingar. Taka vit fiskaarbeiði á landi, telja útlendingar eini 10% av samlaðu arbeiðsmegini.
Hetta upplýsti landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Jacob Vestergaard, tá hann í gjár svaraði fyrispurningi hjá Kára P. Højgaard, løgtingsmanni um útlendska arbeiðsmegi umborð á føroyskum fiskiskipum og á fiskavirkjum.
Landsstýrismaðurin segði, at sambært Hagstovu Føroya og Útlendingastovuni eru eingi nágreinilig tøl tøk, sum siga, hvussu nógvir útlendingar hava starvast í ávísum vinnugreinum í ávís tíðarskeið.
- Men Reiðarafelagið og Fiskimannafelagið meta, at talið av útlendingum umborð á fiskiskipum á nærleiðum neyvan er hægri enn 5% av samaða talinum ? og verða skip á fjarleiðum íroknað, liggur talað helst millum 5 og 10%.
Sambært Jacobi Vestergaard hevur Ráfiskakeyparafelagið leysliga mett, at útlendingar telja umleið 10% av samlaðu arbeiðsmegini á føroyskum fiskavirkjum.