Fríggjadagin um fýratíðina varð løgreglan boðsend niðan í Rúsuna í Havn. Har høvdu fólk varnast ein útlendskan mann, sum tóktiskt keypa øl til børn yngri enn 15 ár. Løgreglan fór á staðið og rætt var. Fimm ungir dreingir høvdu keypt øl frá manninum, sum sjálvsagt varð rýmdur, tá løgreglan nærkaðist. Løgreglan bar so í bandi, at dreingirnir fóru inn í rúsuna afrur við fløskunum og fingi peningin aftur. Síðani koyrdi vórðu teir koyrdir heim til foreldrini, sum fingu eitt lítið prát við løgregluna. Maðurin, sum helst var úr Eystureuropa, hevur mestsum sæð ein møguleika fyri at forvinna sær nøkur oyru við at selja øl til óvitarnar.