Í fleiri førum eru útlendingar komnir illa fyri í føroysku fjøllunum í summar.
Í dag kom aftur neyðarkall, hesaferð úr Tindhólmi, har ein maður hevði brotið sær annan armin.
Neyðarkallið seinnapartin hevði við sær, at bjargingartyrlan hjá Atlantflog mátti eftir manninum, sum var komin illa fyri og brotið sær armin í bratta lendinum í Tindhólmi.











