Í vikuskiftinum flutti Útlendingastovan í hølir hjá Umhvørvisstovuni á Argjum, og framyvir verða málsøkini hjá Útlendingastovuni partur av virkisøkinum hjá Umhvørvisstovuni.
Tað upplýsir Umhvørvisstovan.
Lagt verður aftrat, at fyrr í ár tók landsstýrismaðurin avgerð um at leggja Útlendingastovuna undir Umhvørvisstovuna, galdandi frá 1. juli 2012 at rokna.
Í dag, hin 2. juli, hava starvsfólkini á Útlendingastovuni so sín fyrsta arbeiðsdag á Umhvørvisstovuni.
- Tó at bústaðurin er broyttur, verða heimasíða og telefonnummar hjá Útlendingastovuni óbroytt, upplýsir Umhvørvisstovan.