Útlendingarnir tóku ábyrgd

Cristian Preda og Gabriel Stanciu gingu aftur undan hjá StÍF um vikuskiftið, sum vann trygt við fimm málum á Kyndli í gjár. Tískil eru tað í løtuni strandingar, sum eru nærmastir oddaliðnum

HONDBÓLTUR

Tað broytist hvørja viku. Og nú er tað StÍF, sum er besta boðið at elta oddaliðið.
Strandingar vunnu í gjár trygt við fimm málum á Kyndli. Teir vóru omaná allatíðina í seinna hálvleiki, og hóast gestirnir úr Havn royndu at svara aftur í seinna hálvleiki, eydnaðist tað ongantíð at hótta leiðsluna hjá StÍF.
Cristian Preda og Gabriel Stanciu hava roynst strandingum serstakliga væl í hesum kappingarárinum. Soleiðis var aftur í gjár, hóast teir vóru væl ansaðir í stórum løtum av dystinum.
Serliga beint eftir hvíldina, tá StÍF vann sær trygga leiðslu, gingu teir undan.
StÍF vann seg í gjár upp á átta stig, sum eru tvey færri enn oddaliðið, Neistin. Kyndil dragnaði og er nú á fjóðra plássinum – fýra stig eftir grannarnar úr Neistanum.