Útlendingarnir rúmari ræstur

Tá spæliloyvi hevur verið í Føroyum í trý ár á rað, verður spælari ikki longur taldur við útlendingakvotuni

Kappingarreglur

Møguleikin fyri at hava útlendskar spælarar í liðnum verður nú størri hjá føroysku fótbóltsfeløgunum, enn áður hevur verið hildið. Allar 22 atkvøðurnar á aðalfundinum hjá Fótbóltssambandinum, sum varð hildin í Norðurlandahúsinum síðsta leygardag, tóku undir við hesum.
Nevndin í FSF mælti aðalfundinum at taka undir við uppskotinum. Tað gongur út uppá, at markingin ella definitiónin av, hvat ein útlendskur leikari er, skal broytast.
Áður hevur staðið í grein 18, at sum útlendskur leikari verður roknaður persónur, ið ikki hevur fast tilknýti til Føroyar, og sum ikki hevur fastan bústað í Føroyum seinastu trý árini frammanundan, at umsókn um loyvisbræv verur latin Kappingarnevndini.
Nú verður skoytt uppí, at útlendskur leikari, sum burutrav hevur havt spæliloyvi at leika í Føroyum í minsta lagi í trý fylgjandi kappingarár, og sum hereftir 4. kappingarárið á rað søkir um spæliloyvi, kemur ikki undir reglurnar um útlendskar leikarar.
Onkuntíð hava ivamál staðist av, hvussu tað skal skiljast við fasta bústaðinum, tá spælarar hava veirð í Føroyum frá fyrst í februar og til fyrst í oktober, meðan familjurnar hjá teimum fyri tað mesta hava verið í landinum, sum teir hava verið ættaðir úr.
Í viðmerkingini til broyttu ásetingina sigur FSF, at reglan bert er galdandi, tá ein spælari hevur spælt í Føroyum í trý kappingarár á rað, og at umsóknin um spæliloyvii 4. árið verður latin FSF sum eitt framhald av hesum samanhangandi tíðarskeiði. Tað vil við øðrum orðum siga, at tað ber ikki til at uppsamlað tíð frá undanfarnum kappingarárum, har spælarin við hvørt hevur verið í Føroyum og onnur tíðarskeið hevur verið í útlendskum feløgum.

Fleiri fáa ágóðan
Í 1999 samtykti FSF aðalfundurin, at hámarkstalið á útlendskum spælarum skuldi økjast úr tveimum og upp í fýra. Broytingin hevði við sær, at útlendingatalið í bestu deildini hækkaði í 1999 og 2000. Men í fjør fór tað at ganga hinvegin. Tá vóru tjúgu fremmandi spælarar í bestu føroysku deildini, meðan talið í 2000 var tredivu.
Feløgini, sum í 2001 høvdu flestar útlendskar spælarar á liðnum vóru VB, B68 og FS Vágar. Vágbingar høvdu fýra útlendskar spælarar, og toftamenn og vágamenn høvdu tríggjar útlendskar spælarar í part.
Í fjør vóru tað bara B36 og HB, sum ongar útlendskar spælarar høvdu á besta liðnum. Havnarliðini hava í fyrireikingunum til komandi kappingarárið gjørt sáttmálar við útlendskar spælarar.
Fleiri útlendskir spælarar hava spælt fótbólt í Føroyum seinastu trý árini, og summir teirra hava veirð í heimlandinum í vetrarsteðginum. Vit kunnu t.d. nevna Krzystof Popczynski, sum hevur verið í Vági, og sum nú er í Gøtu. Marek Wierzbicki, sum man vera tann útlendski spælarin, sum hevur verið longst í Føroyum, Andrzej Pacek, sum kom til Klaksvíkar í 1999, og sum í fjør var í B36 og EB/STreymi, Marlon og Marcello í B68 og Iulian Florescu, sum ehvur verið á Sandi, og sum nú hevur gjørt avtalu við B36.