Útlendingarnir hava so sera nógv at siga

VB álopið var tannleyst, tá pólversku álopsmenninir ikki vóru við, og pólverski miðvallarin skoraði einasta málið. Hjá KÍ skoraði nýggi jugoslavin bæði málini

 

VB-KÍ:


Fótbóltur


Klaksvíkingar og vágbingar hava tað til felags, at teir eiga nógvar góðar fótbóltsspælarar. Teir hava eisini tað til felags, at onkrir av lyklaspælarunum eru útlendingar. Millum annað er Tomislav Sivic spælandi venjari hjá KÍ. Hann hevur verið í Føroyum síðani 1996. Tað fyrsta árið var hann spælandi venjari hjá vágbingum.

Fríggjadagin vóru klaksvíkingar í góðum lagi, tá teir fóru aftur um Suðuroyarfjørð. Vágbingar vóru í ringum skørum. Bæði hýrurin á klaksvíkingum og tann á vágbingum var væl skiljandi. KÍ vann landskappingardystin 2?1, og tað var ikki fyrrenn í allar seinastu løtuni, at teir tiltuskaðu sær stigini.

VB kom á odda, tá tað restaði eitt korter, men so gekk tað hjá vágbingum, sum tað gjørdi hjá Arsenal ímóti Liverpool leygardagin. Seinastu sjey minuttirnar fekk KÍ tvey mál. Tað seinna fingu teir, tá tað vóru farnir meiri enn tríggir minuttir út um vanligu leiktíðina.


Saknurin

Tá VB í fjør vann fyrsta FM heitið, høvdu teir eitt homogent lið. Men tað var eyðsýnt so at siga hvørja ferð, at álopið var ógvuliga vandamikið. Tað ráddi ofta um at fáa bóltin fram til Krzystof Popczynski og Robert Cieslewicz. Tilsaman skoraðu teir 23 av teimum 42 málunum, sum VB fekk, og hjá mongum mundi tað kennast upplagt, at spælandi venjarin var besti maður í kappingini.

Fríggjadagin sást væl, hvussu stórur saknurin var í teimum. Popczynski var so mikið darvaður av skaða, at hann helt seg ikki til at spæla. Palli Augustinussen var í álopinum saman við Robert Cieslewicz, men tað var bara í ein hálvan tíma. So sá pólverski álopsmaðurin reytt fyri tápuliga hevnisøku. So kendu vágbingar seg noyddar at umskipa, og harvið varð álopið ikki serliga vandamikið.

Hóast vágbingar í ein tíma vóru undirmannaðir, so høvdu teir fleiri møguleikar enn gestirnir. Marner Richardt ? eina ferð í hvørjum hálvleikinum ? og Palli Augustinussen vóru í so mikið góðum støðum, at teir áttu at havt skorað. Men í VB, sum hevði Tórður Holm sum sera eyðsýndan miðvallara, vóru teir óneyvir, og Meinhard Joensen stórspældi í KÍ málinum.

Einasta VB málið, sum kom eitt korter undan leikloki, stóðu útlendingarnir fyri. Altíð raski og drúgvi, Pedrag Zivkovic fóru ígjøgnum í høgru, og Marek Wierzbicki, sum í 1999 var við til at vinna FM heitið til Klaksvíkar, og sum eisini spældi við KÍ í fjør, tamdi ímillum tríggjar fyrrverandi viðspælarar, áðrenn hann skoraði.


Vorðið sum fongur

Klaksvíkingar vóru longu undir upphitingini darvaðir. Liðformaðurin, Allan Joensen, sum hevur verið ímillum hollastu stuðlarnar í ár, og sum var ætlaður til pláss í miðverjuni, tók seg stutt undan dystarbyrjan aftur. Gamli skaðin í hælsinuni gjørdi um seg á harða undirlagnum, og so gjørdi Tomislav Sivic av, at Andrass Jacobsen, sum ongantíð áður hevði verið á besta liðnum, skuldi royna at hava stutt tjóður á Robert Cieslewicz.

Tað megnaði hann væl ta løtuna, sum pólverjin var á liðnum.

KÍ hevði ikki fatur á langa endanum, sjálvt um teir vóru yvirmannaðir, og tá teir komu á vøllin eftir steðgin, høvdu teir broytt um liðið, tí vágbingar høvdu mist ein álopsmann. Hjalgrím Elttør, sum kanska hevur verið mest eyðsýnda álopsvápnið hjá KÍ higartil í ár, hevði stitið á beinkinum alt fyrra umfarið. Hann skuldi fáa eitt sindur av hvíld, áðrenn fyrru hálvfinaluna. Tá ein tími var farin, kom ein annar álopsmaður, Eyðun Klakstein, á vøllin.

Men hóast KÍ harvið styrkti nógv um álopspartin, so var tað VB, sum hevði størstu møguleikarnar, og tað var ikki av leið, at teir komu á odda. Síðstu løtuna rindaðu vágbingar fyri, at teir so leingi høvdu runnið og stríðst tíggju ímóti ellivu.

KÍ, sum hevði havt bóltin ikki so lítið, men sum ikki hevði megnað at spælt seg til upplagdar møguleikar, spenti álopsbogan uppaftur meiri, og tað eydnaðist at fáa tvey mál og harvið at fáa trý sera týdningarmikil stig. Nýggi álopsmaðurin, sum eina góða løtu hevði verið miðvallari, hevur víst gott hegni, síðani hann kom til Klaksvíkar, og hesa ferð vísti hann við tveimum málum, at hann kann gerast ein stór hjálp hjá Tomislav Sivic í royndini at snikka eitt nýtt KÍ lið saman.

Fyrra málið fekk hann eftir skjótt Eyðun Klakstein innkast í vinstru og samanspæl ímillum Tomislav Sivic og Jan Joensen, sum sendi flatt í brotsteigin. Alexander Djordjevic slapp at temja, áðrenn hann skoraði. Og í síðstu løtu var hann aftur upp á spæl. Uppspæl í høgru ímillum Jan Andreasen og Harley Bertholdsen endaði við, at hesin seinni sendi innfyri, og heilt tætt undir málinum stýrdi Alexander ? í hesum førinum Hin Mikli hjá klaksvíkingum ? bóltinum um strikuna.


VB-KÍ 1-2 (0-0)

1-0: Marek Wierzbicki 75

1-1: Aleksander Djordjevic 83

1-2: Aleksander Djordjevic 90


Dómari: Suni Johansen (SÍF)


VB: Bjarni Johansen ? Pedrag Zivkovic, Eyðun Jacobsen, Magni Jacobsen ? Marner Richardt, Jón Gærdbo, Marek Wierzbicki, Tórður Holm, Jón Pauli Olsen ? Palli Augustinussen, Robert Cieslewicz

KÍ: Meinhard Joensen ? Andrass Jacobsen, Jan Andreasen, Niclas Niclasen ? Harley Bertholdsen, Jan Joensen, Tomislav Sivic, Fríðin Ziskason, Símun Joensen ? Alexander Djordjevic, Ove Nysted