Tað var rættiligt málrok í Hólmanum á Eiði seinnapartin, tá ið teir næstbestu hjá EB/Streymi høvdu vitjan av besta liðnum hjá B71.
B71 vann 4-3, eftir at sandoyingar í fyrra hálvleiki vóru frammanfyri 3-2.
Úrslitið ber við sær, at B71 er ósigrað og eftir tvey umfør hevur fýra stig. EB/Streymur bíðar framvegis eftir fyrsta stiginum. Liðið hevur tapt 3-2 í Leirvík og so 4-3 í dag.
Teitur D. Olsen legði beinanvegin heimaliðið framum. 21 ára gamli Teitur er júst fluttur til EB/Streym. Hann hevur annars altíð umboðað AB. Og longu í fjórða minutti í fyrsta dystinum fyri nýggja felagið varð hann málskjútti.
Síðstu sjey minuttirnar undan steðginum vórðu fýra mál skorað. Merkisvert var tað, at øll fýra málini hjá B71 skoraðu útlendskir spælarar.
Brynjar Óli Bjarnason, sum dygst undan kappingarbyrjan flutti Breiðablik í Íslandi og til B71, skoraði innanfyri ein minutt tvey mál og bæði javnaði og legði B71 framum 2-1.
Seinna málið skoraði Brynjar Óli Bjarnason í 39. minutti, og minuttin eftir javnaði 17 ára gamli Gutti Dahl Olsen til 2-2. Hetta var fyrsta málið hjá Gutta á næstbesta EB/Streyma liðnum.
Tað sá út til, at hálvleiksstøðan skuldi verða 2-2, men dygst undan steðginum var gamli kenningurin í føroyskum fótbólti, Clayton Soares, upp á spæl, tá ið hann við brotssparki legði B71 framum 3-2.
Miðskeiðis í seinna hálvleiki økti Tijani Mohammed, sum er gamal í garði í B71, til 4-2. Tijani Mohammed spældi við B71 í 2011 og 2012 og so aftur í fjør og í ár.
Fýra minuttir undan leikloki minkaði liðformaðurin Hans Joensen um munin til 4-3. Síðstu lítlu løtuna var tað har rættiliga spennandi, men tað eydnaðist ikki heimaliðnum at javna.
Í triðja umfari eigur B71 heimavøll ímóti HB, meðan EB/Streymur skal spæla á útivølli ímóti grannunum á Skála.