Fiskivinna
Føroya Fiskimannafelag líkar ikki, at útlendingar vinna sær veiðirættindi undir Føroyum við at yvirtaka ognarrættin til føroysk skip. Hesa støðu tók FF, tá ið tað frættist, at spanskir fiskimenn høvdu yvirtikið eitt av føroysku garnaskipunum. Í brævi til Fiskimálaráðið gjørdi felagið vart við sína støðu og heitti á ráðið um at steðga hesi gongd.
Í ársfrágreiðing FF's, sum varð løgd fram á landsfundi felagsins, 30. desember, verður greitt frá hesum viðurskiftum.
Ein hóttan
Í brævinum til Fiskimálaráðið, sigur FF:
"Tað hevur seinastu tíðina verið ein gongd, at útlendingar hava yvirtikið ognarrættin til føroysk skip. Hetta hevur samstundis merkt, at føroyskir fiskimenn eru meira ella minni trokaðir í land til fyrimuns fyri útlendskar fiskimenn".
Felagið heldur, at hetta er ein hóttan móti føroyskum arbeiðsplássum í eini støðu, har brúk vildi verið fyri tí øvuta.
Víst verður á, at tað er trupult hjá ungum fiskimonnum at sleppa til skips.
Í skrivinum vísir FF til yvirtøkuna av einum føroyskum garnaskipi og sigur, at útlendingar liggja fram við at yvirtaka enn fleiri skip.
Hetta hendir, samstundis sum landsstýrið eftir øllum at døma er givið við at spyrja fakfeløgini til ráðs, áðrenn arbeiðsloyvi verður givið til útlendingar.
Felagið heitir á Fiskimálaráðið um sum skjótast at taka stig til at steðga hesi gongd.
Í svari til Fiskimannafelagið, sigur Fiskimálaráðið seg vilja kanna spurningin, hvørt føroyskir fiskimenn eru við at verða trokaðir í land av føroyskum fiskiskipum.
Við máta
FF heldur, at tað kunnu vera umstøður, sum gera tað rætt at hava útlendingar við, og tað eru eisini nógvir útlendingar, sum hava verið við føroyskum fiskiskipum.
Hetta hevur so altíð verið av onkrari orsøk, t.d. manningartroti ella, tí tørvur hevur verið á fólki til serligar uppgávur. Men tað nýggja, sigur felagið er, at manningarskiftið frá føroyingum til útlendingar fer fram í samband við yvirtøku av ognarviðurskiftunum. Hetta merkir, at útlendingar keypa føroysk skip og harvið føroysk fiskirættindi við tí úrsliti, at føroyskir fiskimenn missa arbeiði.
Felagið heldur, at hetta gevur grund til stúran, samstundis sum hetta eisini gevur grund til politiska viðgerð.
Annars heldur Føroya Fiskimannafelag, at um útlendingar skulu umborð á fiskiskip, sum fiska undir føroyskum flaggi, skulu hesir hava somu treytir sum føroyskir fiskimenn.