Ætlaða verkætlanin hjá SEV at byggja eina stóra vindmyllulund eystan fyri Nólsoynna fer væntandi at kosta millum 1,4 og 1,9 milliard krónur.
Verkætlanin er ikki farin av bakkastokki enn, og fígginarleisturin til verkætlanina er ikki avgjørdur enn, men SEV sær fyri sær, at tað kundi verið føroyskar vinnufyritøkur, ið skulu vera íleggjarar til verkætlanina.
Skuldi tað ikki eydnast, standa annars útlendskir íleggjarar í bíðirøð at sleppa framat verkætlanini, sigur Terji Nielsen, menningarleiðari hjá SEV.
Meira er at lesa um ætlaðu vindmyllulundina í Vikuskiftissosialinum.