Talsmenn hjá indonesisku stjórnini søgdu í gjár, at útlendingar vóru uppi í bumbuálopinum á frítíðaroynni Bali seinasta vikuskiftið. Tað er kortini greitt, at einstakir indonesar vóru eisini uppi í álopinum, og stjórnin sigur, at løgreglan og herurin hava fingið boð um at leita eftir teimum.
Myndugleikar í fleiri londum vilja vera við, at tann víðgongdi felagsskapurin Jemaah Islamiyah skipaði fyri álopinum á Bali, men indonesisku myndugleikarnir hava kortini valt at lata leiðaran í felagsskapinum, Abu Bakar Bashir, fáa frið. Eygleiðarar halda, at myndugleikarnir tora ikki at taka hann, tí tað hevði uttan iva elvt til umfatandi mótmæli frá víðgongdum muslimum í Indonesia.
Í gjár ljóðaði kortini, at myndugleikarnir í Jakarta umhugsa at rættarsøkja Bashir. Eitt samdøgur frammanundan søgdu teir somu myndugleikarnir, at Bashir var als ikki í Indonesia.
Tað var yvirgangur
Myndugleikarnir í Jemen viðganga nú, at tað var ein yvirgangsatsókn, sum var atvoldin til spreingingina og eldin umborð á franska oljutangaskipinum "Limburg" herfyri.
Jemenski innanríkisráðharrin, Rashad al-Alimi, segði í gjár, at kanningar hava víst, at ein lítil bátur, sum var fermdur við spreingievni, hevði siglt á franska tangaskipið.
Franskir og amerikanskir myndugleikar hava alla tíðina hildið uppá, at tað vóru yvirgangsmenn, sum søktu at franska skipinum. Álopið kostaði einum bulgarskum sjómanni lívið.










