Stívliga 20 útlendingar koma í morgin til Føroya at eta mat úr føroyskari rávøruheim.
Møguligt er eisini hjá føroyingum at royna hesar gastronomisku upplivingarnar við reinum og kvalitetsríkum føroyskum rávørum.
Tiltøkini fara fram í døgunum 29. og 31. mars. Fríggjakvøldið 30. mars er longu útselt. Skráin sæst á www.solea.fo og www.facebook.com/solea.fo. Nøkur fá pláss eru eftir hóskvøldið á Koks og leygarkvøldið á Hafnia.
. Í millum útlendingarnar eru fjølmiðlafólk úr Italien, Finlandi, Írlandi, Hollandi, Svøríki, Danmark og Týsklandi, ið dagliga arbeiða við gastronomi. Hesu fjølmiðlafólk fara at siga frá túrinum, Føroyum og føroysku rávørunum í heimlandi teirra, og endamálið við hesum er at fáa Føroyar á heimkortið í sambandi við matframleiðslu við høgari góðsku.
Umframt hetta eru fimm danskir kokkar við í fylginum, ið starvast á nøkrum av bestu matstovunum í Danmark, herímillum Dragsholm Slot, Brødrene Price og Restaurant Geist. Hesir fara saman við føroysku kokkunum Ruben M. Busk og Leif Sørensen at gera altjóða gourmetrættir burtur úr teimum serligu góðu føroysku rávørunum. Hesir kokkar sleppa eisini við út at síggja, hvar hesar rávørur koma frá og vera framleiddar hetta fyri at skapa ein áhuga fyri Føroyar í danska gastronomiska heiminum.