Sýriska andstøðan heitir nú á allar útlendskar hermenn, sum eru í Sýrialandi, um at fara úr landinum óansæð, hvørjum parti teir eru í.
Tað veit arabiska sjónvarpsráðsin, Al Jazeera, at fortelja.
Áheitanin kemur, eftir at uppreistrarmenn hava ført fram, at libanesiskir Hizbollah-hermenn eru komnir til Aleppo, fyri har at berjast saman við stjórnarherdeildum ímóti uppreistrarmonnunum.
Eisini verður sagt frá, at fleiri kurdiskir hermenn eru við í bardøgunum, men í parti við uppreistrarmonnunum.
Andstøðan sigur, at allir útlendingar, sum drepa á sýriskari grund, eru at rokna sum ólógligir álopsmenn.