Útlendingar skulu hava frámerki

Tað hevur vakt stóran ans í Finnlandi, at ein talsmaður hjá flokkinum Sannir Finnar hevur skrivað, at útlendingar, sum búgva í Finnlandi,eiga at hava eitt frámerki á klæðunum, so tað ber til at skilja teir burtur úr tí vanliga fólkinum.

Orðini hava fingið nógvar finnar at hugsa um tíðina undan og undir seinna heimsbardagam tá nazistarnir noyddu jødarnar at ganga við teirri gulu stjørnuni. Hetta hevur fingið onnur talsfólk hjá flokkinum at siga, at skrivingin um tað serliga frámerkið var ikki meint í álvara.

Flokkurin Sannir Finnar hevur ongantíð dult fyri, at hann ynskir tey fremmandu í Finnlandi hagar, sum piparið grør. Hann hevur eisini skotið upp, at finskir ríkisborgarar av fremmandum uppruna skulu hava eitt annað samleikaprógv enn tey, sum eru av finskum uppruna.