Útlendingar minni sjónligir

Higartil í ár hava útlendsku leikararnir ikki hava somu avgerandi ávirkan sum undanfarnu árini. Í øllum førum tá rað ræður um at skjóta mál

25 mál er skorað í teimum báðum fyrstu umførunum í 1.deild í 2000.

Merkisvert er, at bert tvey av heum málunum eru skotin av teimum útlendsku leikarum, sum hetta kappingarárið eru at síggja í Føroyum.

Tað er ikki nógv, tá talan er um meiri enn tjúgu spælarar, og tá bert tveir teirra (Waldemar Nowicki úr B71 og Remi Mikoliunis úr FS Vágum) eru málverjar.

Í fjør skoraðu útlendingar 55 mál av 311 í 1.deild, og í 1998 var talið 50 av 385. Sostatt hevur teirra lutur verið nógv meira sjónligur undanfarnu árini.

Hinvegin vísa royndirnar, at leikarum uttanifrá torvar ávísa tíð fyri at etablera seg í føroyskum fótbólti. Tvey tey fyrstu umførini bæði í 1998 og 1999 skoraðu útlendingar trý mál í part, men sum kappingin fráleið, gjørdust teir nógv vandamiklari í brotssteigunum hjá mótstøðuliðum.

Kortini blivu tey bæði útlendsku málini í 2000 verið avgerandi fyri úrslitini í teimum dystunum, har tey vóru skorað.

Pólverjin Robert Cieslewicz gjørdi sigursmálið hjá VB í lokaluppgerðini móti sumbingum í 1.umfari, og síðsta sunnudagin bjargaði Darius Magdisauskas einum stigi fyri FS Vágar vesturi í Sørvági, tá ið hann javnaði í yvirtíðini ímóti NSÍ.

Darius gjørdist tann allarfyrsti spælari úr Litava, ið hevur skorað í føroyskum fótbólti, men ikki tann fyrsti úr fyrrverandi sovjetisku londunum.

Í 1994 skoraði russin Eduárd Apálkov 5 mál fyri B36, og fýra ár seinni gjørdi landsmaður hansara, Andréy Stakhánov, 6 mál fyri B68.