Útlendingar í meiriluta

Danir eiga sterkastu súkklarnar í kappingini, og tað verður helst Richard Jones, Ið skal geva teimum kapping

Fyri fyrstu ferð verða útlendingar í meiriluta í kappingini Statoil Kring Føroyar. Føroyingarnir, ið hava boðað frá luttøku í ár eru, Gunnar Dahl- Olsen, Sverri Mohr Edvinson, Eli Christiansen, Esmar Joensen, Beinir W. Rasmussen, Jens Sigurð Simonsen, Christian Guttesen, Evald Rasmussen, Danjal Michaelsen, Hans Krosstein, Bergur Johansen, Robert Vilhelmsen og Geyr Gilsteinsson

Umframt hesar 13 súkklarnar verður føroyskt gifti Kenneth Ellefsen eisini við. Kenneth súkklar niðri í Danmark, og hevur valt at umboða Tórshavnar súkklufelag í kappingini. Kenneth hevur súkklað í fleiri ár, og hevur verið við onkra Ólavsøku-súkkling

Ynes Mon fyri fyrstu ferð
Hetta er sjeyndu ferð, tað verður skipað fyri Statoil Kring Føroyar, og fyri fyrstu ferð eru oyggin Ynes Mon umboða. Ynes Mon luttekur vanliga á oyggjaleikum, og tað er á oyggjaleikunum sambandið við súkklarnar á Ynes Mon er komið í lag. Danir hava verið fastir fúsir til kappingina seinastu fýra árini, og eru við aftur í ár.

Ynes Mon hevur átta luttakarar við, meðan 10 danir hava boðað frá luttøku. Hægst seedaði súkklarin frá Ynes Mon er Richard Jones. Ricard Jones er 33 ára gamal, og súkklar dagliga næst besta bólkinum í Onglandi. Fimm súkklarar av Ynes Mon eru úr bólki fýra í Onglandi, meðan tveir eru úr bólkinum V4, sum er fyri mótionssúklarar

Danir eiga teir báðar hægst seedaðu í kappingini í ár. Karsten Ellerup og Leon Vibholm súkkla ávikavist í bólki A og B í Danmark, og stórar vónir eru settar til teir báðar. Serliga Karsten Ellerup skuldi verið rættiliga væl fyri, og er favorittur at vinna kappingina í ár.

Hópurin úr Danmark er annars samansettur við súkklarum frá B- og C bólkinum