Altsamt fleiri donsk handilsskip eru mannað við útlendingum sjófólki Ein nýggj uppgerð hjá danska reiðarafelagnum vísir, at tey seinastu tíggju árini er talið á teimum, sum sigla við donskum skipum, vaksið við 3.709, men at bara 92 av teimum eru danir.
Uppgerðin vísir eisini, at teir flestu útlendingarnir eru úr londum uttan fyri Evropa. Í 1998 vóru 2.731 sjófólk úr londum aðrastaðni enn í Evropa, men nú er tað talið vorðið 4.806.
Dansk Rederiforening sigur, at hóast teir nógvu útlendingarnar eru danir framvegis í meiriluta umborð á skipunum. Í løtuni eru 16.206 danir 9.424 útlendingar við donskum skipum.