Útlendingar flenna eftir okkum. Tað sigur Páll Gregersen, stjóri í Fiskavirkinum í Gøtu. Hann legði ikki fingrarnar ímillum, tá ið vit fingu orðið á hann seinnapartin í gjár.
Hann sigur støðan í fiskivinnuni eru so ótrygg nú, at tað er eingin møguleiki at fáa nýggj skip í føroyska fiskiflotan.
Samstundis sum at reiðarar í londunum rundan um okkum byggja nýggj og supermodernað fiskiskip í hópatalið, hava føroyskir reiðarar ongan um helst møguleika fyri at útvega nýggj skip.
– Uttanlands verður gjøldur gjørdur burtur úr okkara gomlu dangum, sigur Páll Gregersen. Hann sigur, at veður og vindur, skiftandi fiskiskapur og broytiligur oljuprísir hava altíð gjørt fiskvinnuna til eina ógvuliga óvissa vinnu.
Men nú er so ein politisk óvissa komin í vinnuna afturat, og tað ger tað ómøguligt at arbeiða í fiskivinnuni.
Trýst á pílin og hoyr bersøgna stjóran í Gøtu í samrøðu við FM1 greiða frá, hví hann heldur, at gongdin í fiskivinnuni er tann reini undirgangur.