Jaspur Johannesen
Fakta er, at krevja 975 fastbúgvandi útlendingar í Føroyum familjusamanføring, kunna teir gerast til 4875. 2% útlendingar kunna gerast til 10% innflytarar. Her eru ikki norðurlendingar tiknir við. Løgmaður tosar um eina jaliga viðferð. Hvar eru fjølmiðlarnir og politikararnir og hvar eru vit sjálvi stødd í hesum álvarsmáli.
Vit eiga hetta landið tí vit fingu tað frá okkara foreldrum. Tað er politikkurin nú, ið avger samfelagið ið børn okkara skula liva í.
Arbeiðsloyvi er ikki tað sama sum ríkisborgaraskapur
Tað er neyðugt at minnast, at tá ein útlendingur kemur inn uppá eitt eitt ára arbeiðsloyvi, so er tað tað ið avtalan snýr seg um. Um tað verður longt eitt ár afturat, so er tað tað ið avtalað er. Føroyska samfelagið er ikki bundið longur enn hetta. Sjálvandi eigur ein umsøkjari at fáa svar skjótast tilber, men eitt seinkað svar kann ikki geva framíhjárættindi, tað er heilt burturvið. At løgmaður fyrst og fremst tosar um at geva eina jaliga viðferð bert tí ein útlendingur er komin inn í landið, er ábyrgdarleyst um tað ikki verður viðgjørt útfrá hvat ið best tænir okkara landi og fólkinum ið her býr. Løgmaður skal umboða áhugamálini hjá tí fólki ið hevur valt løgtingið. Útlendingar eru gestir í landi okkara og eiga at fáa eina góða viðferð. Men tað hevur einki við borgararætt at gera. Føroyar skulu hava ein skilagóðan útlendingapolitik, sum umframt fyrst og fremst at verja okkara land, eisini eigur at tryggja teimum útlendingum ið gerast fastbúgvandi trygg og góð kor. Skyldan hjá politikarunum er at síggja til at vit ikki gera somu mistøkini ið hini norðurlondini hava gjørt á útlendingaøkinum. Tað at gerast fastbúgvandi í Føroyum eigur at viðgerast undir okkara fortreytum. Hvat samfelag er tað ið vit ynskja at liva í og hvat samfelag er tað ið vit ynskja at geva okkara børnum at liva í.
Eitt trygt samfelag
Tað er neyðugt at fáa ein útlendingapolitikk, ið varðveitir børnum okkara eina frælsa og bjarta framtíð. Tað er eitt framíhjárættindi at vit hava eitt gott og trygt samfelag bæði fyri børn og vaksin. Eitt samfelag har tað ber til at vera samdur og ósamdur og at tað tó er rímuliga rúmligt fyri hvønn tann sum vil. Tað verður ongantíð lýtaleyst. Til tað eru vit ov ófullkomin, men vit hava eitt gott land at liva í.
Varsemi má til um umstøðurnar skulu varðveitast
Tað er ein sannroynd at um vit fáa ein útlending ið inniheldur áleið ta mentan ið vit hava herheima, um tað so er protostantur, katolikkur ella gudloysingur, so vil hetta ikki broyta okkara samfelag nevnivert. Hinvegin, um vit, eins og í eitt nú Danmmark, fáa eitt ov høgt tal av muslimum, so fáa vit ovurhonds trupulleikar. Hetta er ikki nakað ið vit kunna ávirka. Ávirkanin er fastløgd í islamsku læruni og vit kunna bara hyggja uttanum okkum fyri at síggja trupulleikarnar, ið nú eru veruleiki hjá flestu grannatjóðum okkara.
Allar mentanir rúmast ikki undir somu lon
Mistakið varð, at eins og fleiri onnur lond, hildu eisini danir at islam kundi integrerast í danska samfelagið. Tað ber einfalt ikki til. Tað er sum at royna at upphevja tyngdalógina. Tað er ógjørligt. Islam kann ikki integrerast í eitt vesturlendskt demokratiskt samfelag. Tann sum vil hava tað at bera til, vil støðugt royna at finna nýggjar hættir at greiða frá, hví tað ikki enn hevur eydnast. Tað skal viðmerkjast at ein lítil islamskur minnilutabólkur í einum landi er eingin sjónligur trupulleiki. Trupulleikin sæst fyrst tá tað er ein ávís nøgd av muslimum í einum landi í mun til fólkatalið. Hetta er ein partur av islam, ið er einfaldur at skilja um ein setur seg inn í tí islamsku læruna. Tað er bert við at doyggja í bardaga fyri islam at ein muslimur kann vera heilt vissur í at ogna sær paradís. Annars er tað knýtt at hansara lívsverki og tí endaliga dóminum ið Allah velur at fremja. 60 % av versunum í koranuni snúgva seg um jihad/heilagt kríggj. Fyri at fremja jihad/heilagt kríggj, er loyvt muslimum at nýta svørð, lygn og svik. Islam merkir at geva seg undir. Muslimur, merkir ein ið gevur seg undir Allah. Málið er at leggja allan heimin undir islam. Allah áleggur øllum teimum ið geva seg undir hann at fremja jihad/heilagt kríggj. Tí er tað ómøguligt at integrera islam í eitt vesturlendskt demokratiskt samfelag. Annað má lúta, demokrati og islam rúmast ikki saman. Hetta mást tú vita fyri at kunna skilja hvussu hugsunarhátturin er hjá einum rætttrúgvandi muslimi.
Vit hava onga søguliga umbering
Útlendingamálið er eitt meira, og tað rættuliga nógv meira álvarsligt mál, enn bert at viðgera eitt fokus á innlendismálaráðið, á landstýrismannin, á tann einstaka útlendingin, á ítróttin,ella á hetta og á hatta. Hvussu ber tað til, at tit, fjølmiðlafólk okkara, ið skulu eitast og ætlast at vera objektiv og tæna okkara samfelag, kunna vera so einsporað, subjektiv og tískil beinleiðis samfelagsskaðilig. Hví kanna tit ikki ístaðin fyrst hvørjar avleiðingar útlendingapolitikkurin hjá Noregi, Svøríki ella Danmark hevur havt og viðgera sakligt útfrá tí. Og tit politikarar ið hava latið tykkum valt inn á føroya løgting at tæna Føroyum og áhugamálum okkara, hvat hugsa tit fyri tykkum. Hvat siga danir nú. Hvønn útlendingapolitikk vildi tann vanligi danin valt nú um tað bar honum til. Men, hansara fjølmiðlafólk og politikkarar valdu fyri hann í sjeytiárunum. Ein kann siga at teir vistu ikki betur, men tað umberingina hava vit ikki. Vit eru tredivu ár aftanfyri á hesum økinum og eru í ferð við at endurtaka søgunnar mistøk, hóast vit skilliga síggja avleiðingarnar.
Hvat samfelag vilja vit geva okkara børnum at liva í
Hvat samfelag ynskja vit at okkara børn skula vaksa upp í. Hvat samfelag ynskja vit at okkara børn skulu geva okkara ommu- og abbabørnum at liva í. Útlendingapolitikkur er eitt rættuliga álvarsligt mál ið kann fáa størri ávirkan á okkum øll, enn vit beint her og nú geva okkum far um. Um vit ivast so kunna vit jú spyrja tey lond ið nú hava gjørt royndirnar og tískil hava fingið avleiðingarnar av teirra útlendingapolitikki.
Keldutilfar: Islam og terrorisme av Mark Gabriel 2002










