Sunnunáttina fekk løgreglan fráboðan um, at nakrir útlendingar vóru farnir til hendurs á Tvøroyri.
- Tað vóru nakrir útlendingar, ið vóru blivnir so mikið ósamdir, at teir fóru til hendurs. Tann eini endaði á sjúkrahúsinum og verður tað nú viðgjørt sum eitt harðskapsmál, upplýsir vakthavandi á løgreglustøðini.
Viðkomandi sum endaði á sjúkrahúsinum fekk so mikið skaða í bardaganum, at hann mátti seymast á Suðuroyar sjúkrahúsi.
Umframt harðskapsmálið á Tvøroyri hevur løgreglan havt nokk at gjørt um vikuskiftið og vóru teir millum annað úti á Oyggjarvegnum á Streymoynni seinnapartin í gjár við ferðmátaranum.
- Ein bilførari bleiv tikin fyri at koyra 97 km/t og fær bót fyri tað, meðan ein annar bleiv tikin fyri at koyra 124 km/t. Hann fær treytaða frádøming av koyrikortinum, upplýsir vakthavandi.