Útlendingar bjóða eisini uppá fiskin

Ein av trupulleikunum hjá virkinum hevur verið at fingið fatur á rávøru.

Haldórsvík: Rávøran hjá FarIta er í fyrstu syftu hýsa, men eisini toskur, longa og brosma. Onkutíð hava teir arbeitt eitt sindur av t.d. havtasku, men hevur hetta mest verið gjørt, um fyrispurningar eru komnir um hetta.
Men tað hevur mangan staðið á at útvega nóg mikið av rávøru til virkið.
Teir royna at halda seg til húkafiskin, serliga hýsuna, men trupult hevur verið at kappast við onnur føroysk - og útlendsk virki um júst henda fiskin.
Onkutíð hava teir tí eisini keypt trolfisk, um hann hevur verið nýggjur og góður. Tað er neyðugt við góðari rávøru, um ein ætlar at tann lidna vøran eisini skal verða ein dygdarvøra.
Tað vísir seg at kappingin er munandi harðnað um fiskin. Í løtuni bjóða útlendingar eisini uppá fiskin, og eru eisini farnir at bjóða uppá brosmuna og longuna, sum virkið somuleiðis hevur arbeitt nógv við.
Háldan vónar tí at tann nógv umrødda kummunleringsavtalan við Ísland og Noreg skjótt kann setast í verk, soleiðis at føroyingar eisini kunnu bjóða uppá fisk hjá grannunum fyri norðan.
Gongst sum ætlað, so kann hon møguliga koma í gildi longu á nýggjárinum.

Ov lítil rávøra
Júst hetta við rávøruni hevur so aftur ført við sær at arbeiðið á virkinum ikki hevur verið nóg støðugt.
Miðað hevur verið eftir at arbeiða 2000 tons um árið. Hetta eydnaðist eisini tvey tey fyrstu árini, men síðani hevur ikki gingið soleiðis eftir vild.
- Í fjør rukku vit ikki teimum 2000 tonsunum, og tað koma vit so heldur ikki at gera í hesum árinum, staðfestir Háldan.
Higartil í ár eru arbeidd eini 1000 tons undan á virkinum. Hóast heystið kann roynast gott, og líkt er til at bátarnir fáa meiri av fiski nú um dagarnir, so duga teir longu nú at síggja, at teir ikki røkka hesum máli í ár.
- Árið í ár byrjaði annars væl. Teir fyrstu seks mánaðirnar var væl at gera, við rættiliga støðugum arbeiði. Men tríggjar teir seinastu mánaðirnar hevur verið í minna lagi av fiski hjá okkum eins og hjá so mongum øðrum virkjum.
- Hóast nøgdin er kvinkað nakað uppeftir í seinastuni, so koma vit ikki uppá 2000 tons í ár. Langt frá tí, sigur virkisleiðarin.

Skiftandi arbeiði
Hesa vikuna hevur arbeiði verið á virkinum fram til týsdagin.
Mánadagin arbeiddu tey við at pakka fiskin, samstundis sum teir keyptu eini 11 tons av rávøru.
Týsdagin, tá vit vitjaðu á virkinum, vóru tey m.a. í ferð við at skera flakið og at pakka.
Henda morgunin vónaði Háldan at teir kundu keypa nakað av fiski dagin eftir t.v.s. í gjár, mikudagin. Annars var tá óvist um, hvussu varð við arbeiði restina av vikuni.
Hinvegin so væntaði hann at fáa meiri fisk í komandi viku, tá línubátarnir koma inn aftur nú streymurin aftur fer at harðna.