Útlendingar bíða eftir loyvunum

Bæði í EB/Streymi og KÍ sita framrættaðir útlendingar uttanfyri, tí loyvini ikki eru komin upp á pláss

EB/STREYMUR-KÍ


Tað er vorðið sum avbjóðing hjá klaksvíkingum í fyrsta umfari. Teir skulu royna seg á útivølli ímóti EB/Streymi, sum – burtursæð frá lagnudystinum í 2006! – plagar at hava gott tak á KÍ.

EB/Streymur er væl mannað. Allir teir, sum vóru við í steypasigrinum ímóti KÍ, eru tøkir hesa ferð. Harafturat er nýggi miðvallargeneralurin Mikkjal Thomassen tøkur aftur, eftir at hann hevur verið burturstaddur.

Einasti maður, sum ikki er tøkur, er 20 ára gamli ungverjin Marcell. Hann hevur roynst stak væl í venjingardystunum, men framrættaði spælarin fer aftur hesa ferð at teljast millum áskoðararnar. Orsøkin er tann, at uppihaldsloyvið er ikki komið upp á pláss enn.

Sama søgan er í Klaksvík. Brasilski Andersson fer eisini at teljast millum áskoðararnar. Framrættaði spælarin bíðar eftir uppihaldsloyvinum.

Stýrimaðurin í KÍ verjuni, Jan Andreasen, hevur verið uttanfyri við knæskaða í fleiri vikur. Hann verður ikki við sunnudagin, men í Klaksvík hava teir mót um, at hann skjótt verður tøkur aftur. Hóskvøldið fór Jan at renna aftur.

Á positivu síðuni hjá KÍ telur tað, at framrættaði Rodrigo úr Brasil, sum hevur verið vøddaskaddur, nú er tøkur aftur. Heðin á Lakjuni spældi bara átjan minuttir í steypadystinum ímóti Fram. Nú er hann sloppin av við vøddaskaðan og verður við í Streymnesi. Tað verður Sìmun Joensen eisini. Hann sat leikbann frá í fjør av sær, tá ið KÍ spældi steypadyst ímóti Fram.