Thorbjørn Brochs
Málið um útlendingar, sum fáa arbeiðsloyvi í Føroyum, sær út til at vera eitt mál við nógvum møguleikum at skapa øsing. Tað er eitt gott grundarlag fyri tíðindafólk og politikkarar, sum vilja gera vart við seg. Og nú ber til, tí vit hava ein nýggjan og ókendan veruleika at taka støðu til, og tey flestu vita ikki, hvat er gott og hvat er ringt, tí tað hava tey ikki hugsað um fyrr.
Hvat er gott fyri ítróttarfeløg og virkir? Hvat ávirkar trygd og landaskil? Um vit taka tað seinna, vil eg vera við, at einki varð broytt í Noregi, um 50.000 føroyingar fluttu hagar í senn, sjálvandi treytað av, at tíðindafólk ikki gjørdu eina gølu burturúr tí. Men hvat hendi í Føroyum, um ein áttandapartur av einari promillu flutti higar bert úr Vesturevropa, fyri ikki at tala um Eysturevropa afturat?
Hesin veruleiki má takast við, tá ið fólk vísa til, at Føroyingar sleppa at fara til onnur lond at arbeiða, og at vit tískil eiga at vera opin fyri fólk aðrastaðni frá. Ein helt, at ein og hvør arbeiðsgevari skuldi sjálvur gera av, frá hvørjum landi hann vildi velja síni arbeiðsfólk. Hon, ið segði hetta í eina kjaksending í Útvarpinum, nevndi ongar avmarkingar.
Hvat er so gott fyri ítróttarfeløgini? Tað vita tey helst best, tá hugsað verður stutt fram í tíðina. Men hava fólkini í leiðsluni hugsað um, hvat tey ungu í bygdini fara at hugsa og velja framyvir, tá ið tey síggja, at "útlærdir" útlendingar fáa tey plássini, ið tey ungu bygdafólkini hava havt í huga øll tey árini tey hava vant? Og kanska hava bæði tey og familjurnar lagt nógv arbeiði í at menna heimbygdina, og helst latið síni offur til heimaliðið? Eg skal ikki siga, at hesin spurningurin ikki er viðgjørdur nakrastaðni í landinum, men hvør hevur hoyrt um hann? Sjálvur havi eg ongantíð hoyrt tann trupulleikan nevndan, men kanska eru tað bert fjølmiðlarnir, ið hava gloymt at viðgera spurningin, soleiðis at hann verður alment kendur?
Eitt argument, ið ofta hevur verið frammi, tá ið fólk í hinum norðurlondunum vilja opna fyri fleiri flóttafólk til teirra lond er, at flóttafólk - og útlendingar yvirhøvur - kunnu læra okkum so nógv. Eg havi eisini hoyrt tað í Føroyum. Spyr danir, hvat teir hava lært. Spyr norðmenn og sviar. Spyr so teg sjálvan, um tú veruliga vil hava tann lærdómin. Tey hava oftast við sær eina mentan, sum skapar óuthaldandi livitreytir í teimum londunum, har tey búgva. Tann lærdómin vit hava fingið er, at tær umstøðurnar tey flýddu frá, skapa tær av nýggjum har tey seta seg niður av nýggjum. Jú, tað er synd í teimum, og tað er synd í honum, sum ikki kann leggja av at fylla seg við evnir, sum niðurbróta lív hansara. Tú sigur kanska, at tað kann ikki sammetast. Men tað kann væl sammetast. Hvørgin vil viðganga, at tað er hansara "mentan", ið er truppulleikin.
Av tí at hetta ikki er eitt átrúnarligt evni, men eitt reint politiskt evni, so vil eg gera vart við, at tú stendur frítt at trúgva hvat tú vilt um ta søguna, sum eg nú skal lýsa. Les hana sum tú lesur H.C. Andersen, Grimm ella Handsome. Eg hugsi um søguna úr urtagarðinum Eden, hvussu konan Eva valdi, reint politiskt. Hon skuldi - mestsum eins og Pinocchio - velja millum álit (lýdni) á framleiðaran og álit (lýdni) á egin ynskir um at gera tað "uppá mín máta". Hon skuldi sjálv velja. Tann gamla søgan sigur, at hon vildi hava tann forbodna kunnleikan, tí hann gjørdi, at hon fekk ein víðkaðan kunnleika, sum bert framleiðarin hevði frammanundan. Søgan er ikki so lang, men hon avdúkar nógv. Tá ið frú Eva hevði fingið kunnleikan, tá ynskti hon, at hon kundi spola bandið aftur. Men soleiðis spældi maskinan ikki, og tað ger hon ei heldur ídag. Skandinavar og aðrir europearar mugu bera sín kunnleika.
Men kunnu vit ikki velja millum ymiskar mentanir, og so lóggeva um, hvønn "húðalit" mentanin skal hava, fyri at sleppa inn? Tað kunnu vit ikki, tí tað er tíbetur nakað, sum eitur trúarfrælsi. At nokta ávísar trúarbólkar atgongd er eitt annað slag av rasismu. Og útlendingar hava altíð verið í øllum londum. Tað nýggja er mongdin. Og tí er spurningurin, hvussu nógv alternativt okkara samfelag kann tola.
Nú vil helst eingin læra av mistøkum hjá øðrum. Stutt eftir at kommunisman var skrædnað í Sovjetsamveldinum, vildu enntá tey borgarligu í Føroyum vísa, at planbúskapurin var tað rætta. Tað skuldu flakavirkini prógva, og vit eru enn ikki komin til nakað varandi úrslit. Eg rokni við at føroyingar aftur fara at prógva fýri skandinavar, at her er eitt fólk, ið eisini veit, hvussu ein kann opna hurðarnar uttan at tað fær avleiðingar. Spurningurin er bert, um okkara landsstýrismaður skal uppliva tað sama sum Ninn, vinur mín.










