Nógv hevur verið gjørt burturúr, at ikki øll tjóðveldistingfólk vóru í tingsalinum, tá atkvøðast skuldi við 2. viðgerð um at yvirtaka útlendingamálini í tinginum mánadagin.
Tað er als ikki rættvíst, at fýra tjóðveldisfólk á tingi eru alment hongd út fyri ikki at røkja sítt arbeiði. Til ber hjá øllum at kanna, hvussu væl tey møta, og hvussu nógv tey arbeiða dagliga við politikki á løgtingi, í nevndum, flokki og samfelagnum øllum.
Hendan dagin vóru okkara tingfólk til arbeiðis í meira enn 14 tímar – og umframt at vera í tingsaliinum, skrivaðu tey álit, samráddust og royndu at fáa øll okkara mál og avtalur framdar.
Eg skal sum formaður taka fulla ábyrgd av, at øll okkara tingfólk ikki vóru í salinum, tá atkvøtt varð. Eg hevði ábyrgdina av at samskipa okkara arbeiði um hesi málini, og at siga frá, tá atkvøðugreiðslurnar komu. Og eg metti støðuna skeivt í skundinum sum var, tá atkvøðast skuldi um bæði tíðarfreistir - og tá málið sjálvt beint eftir kom til atkvøðugreiðslu við 2. viðgerð.
Orsøkirnar til tað eru fleiri, men tað nyttar ikki hjá mær at burturforklára tað.
Tað stutta av tí langa er, at eg helt, at siglast kundi millum skerini, og útlendingamálið kundi samtykkjast við 2. viðgerð, uttan at tað varð tikið sum gísli í tíðarfreistum mótvegis øðrum málum, ið skuldu fremjast.
Men tað var eitt mistak. Tí málið fall við 2. viðgerð, tá ein atkvøða var ímóti í øðrum flokki, heldur enn fyri, sum eg hevði roknað við.
Skeivt signal – hóast úrslitið hevði verið tað sama
Og hetta gav knappliga eitt heilt skeivt signal, sum síðani er vorðið dyrkað í fleiri fjølmiðlum og skírd ein gøla. Hartil eru heilt løgnar útleggingar gjørdar, um at summi tjóðveldisfólk skulu velja yvirtøkur frá, til frama fyri nakað annað.
Tað er ikki so. Veruleikin er, at málið hevði ikki verðið endaliga samtykt kortini. Tí kom tað til triðju viðgerð, so hevði løgmaður togað stikkið út áðrenn. Tá høvdu hvørki útlendingmál ella onnur mál verðið samtykt. Tað er altso ikki ein spurningur um antin ella. Men um nakað ella hvørki.
Sjálvandi taka øll tjóðveldisfólk av fullum huga undir við, at útlendingamálið skal á føroyskar hendur. Og sjálvandi skulu atkvøða vit fyri øllum málum, ið bera fram á sjálvstýrisleið. Og vit hava roynt fleiri ferðir at fáa útlendingmál á føroyskar hendur, har ein meiriluti hevur atkvøtt ímóti.
Eg harmist um, at støðan gjørdist so – og at hetta gav møguleikan til at senda skeiv signal og gerast ein trupulleiki. Tað var púrasta óneyðugt.
Tjóðveldi hevur arbeitt sera hart og kýtt seg fyri at fáa fleiri týðandi hjartamál samtykt áðrenn valið – eisini onnur yvirtøkumál. Sera nógv teirra hevur eydnast okkum at fáa ígjøgnum.
Eftir valið fara vit at arbeiða líka hart fyri okkara hjartamálum, og eitt tað fyrsta málið, vit ætla at fáa framt, er útlendingamálið, ið sjálvandi skal á føroyskar hendur.










