Tað er ein óreingiligur veruleiki, at tá ið útlendingalógin varð linkað á vári í 2008, og latið varð upp fyri arbeiðsmegi úr ES-londum, so varð tað ein treyt, at fór arbeiðsloysið upp um 3,5% í meira enn tríggjar mánaðir, so skuldi heimildin takast burtur, at geva ES borgarum arbeiðs- og uppihaldsloyvi uttan eina langa málsviðgerð. Hetta var eitt krav frá javnaðarflokkinum, sum annars ikki hevði tikið undir við broytingunum í útlendingalógini.
Grundgevingin fyri hesari avmarking í útlendingalóggávuni er sólaklár. Tá ið samlaða arbeiðsloysið í Føroyum hevur verið hægri enn 3,5% í longri tíð, so er arbeiðsloysið uppaftur hægri í útjaðarøkjunum. Tað vil siga at í teimum økjum, har tilveran hjá mongum er treytað av tímaløntum arbeiði. Nú eru vit í teirri støðu, at arbeiðsloysið í landinum hevur verið hægri enn 3.5 % í longri tíð, og vit vita, at trupult er hjá mongum at fáa endarnar at røkka saman.
Tí átti einki at verið at ivast í yvirhøvur. Sjálvandi skal ásetingin og avtalan í útlendingarlógini haldast, og reglan um arbeiðsmegi úr ES-londum skal setast úr gildi. At gera skiftisskipanir fyri útlendingar, sum eru í landinum, og sum hava krav upp á eina virðiliga viðgerð, er sjálvsagt eingin trupulleiki. Tað eiga vit at gera. Tá ið arbeiðsloysið aftur verður lágt, ber til at seta reglurnar um ES arbeiðsmegi í gildi aftur.
So her er bara eitt at gera, og tað er at virða gjørdar avtalur og nýggju útlendingalógina og at fylgja teimum ásetingum, sum løgtingið samtykti á vári 2008.










