Útleigarar afturhalda depositum

- Fleiri útleigarar eru av tí fatan, at teir eiga depositum, tá leigarin fer úr íbúðini. Tí snúgva flestu klagurnar seg um júst depositum, sigur Andrass Holm Arge, formaður í leigunevndini

Flestu kærurnar, sum koma til leigunevndina, eru um depositum. Tað vísir ársfrágreiðingin 2010-2011 frá leigunevndini. Meginparturin av teimum tilsamans 50 kærunum, ið eru innkomnar hetta tíðarskeiðið, snýr seg um útleigarar, ið ikki vilja geva depositum aftur, tá leigarin flytur úr íbúðini.

- Stóri trupulleikin er depositum. Fleiri útleigarar síggja ikki depositum sum eina trygd, men sum eina upphædd, teir nærmast automatiskt hava ræði á, sigur Andrass Holm Arge. Hann er formaður í leigunevndini og er við til at taka støðu í teimum trætumálum, ið eru í kærunum, sum koma inn til nevndina.


Útleigarar finna undanførslur

Trupulleikin er ikki vinnuligir útleigarar, sum afturhalda depositum, men vanligir privatir útleigarar, ið ikki vilja geva leigaranum depositum aftur av órøttum. Ofta er tað soleiðis, at leigarin sigur íbúðina upp og hevur funnið sær nýggja íbúð, og tá leigarin so skal hava depositum aftur, finnur útleigarin ymsar undanførslur fyri at afturhalda depositum.

- Um hugt verður eftir kærunum, sum vit hava fingið inn viðvíkjandi depositum, kann útleigarin til dømis finna upp á at siga, at íbúðin ikki er nóg væl vaskað, hóast leigarin hevur vaskað. Eisini aðrar grundgevingar verða nýttar fyri at afturhalda depositum, greiðir Andrass Holm Arge frá. Hesi málini taka drúgva tíð, og seta leigaran í eina óhepna støðu, millum annað tí at fleiri leigarar skulu brúka depositum til nýggja bústaðin.

- Tað sum vit kunnu gera í slíkum førum er at hoyra báðar partarnar í málinum. Vit skulu hava eitt yvirlit um málið og hava tað so væl lýst sum gjørligt, áðrenn vit kunnu taka eina endaliga støðu til málið, sigur Andrass Holm Arge.

Sambært leigunevndini er trupulleikin helst tann, at depositum ikki er til staðar, tá ið leigarin er fluttur og hevur krav at fáa depositum afturgoldið.


Gloyma innflytingarfrágreiðing

Sendir tú eina kæru inn til leigunevndina, er tað ein fortreyt, at tú sum leigari og útleigarin hava undirskrivað ein leigusáttmála. Annars verður kæran ikki viðgjørd. Nýggja leigulógin, sum kom í gildið í 2010, sigur, at øll leigumál skulu nýta ein standard leigusáttmála. Og tað gera tey flestu, ið eru leigarar ella útleigarar.

- Okkara fatan er, at fólk eru tilvitað um at tað er krav, at hesin standard leigusáttmálin verður undirskrivaður. Tó so eru tað dømi um fólk, ið brúka sokallaðar heimagjørdar sáttmálar, og teir nytta lítið, sigur Andrass Holm Arge.

Hóast leigunevndin fyrr hevur verið frammi í fjølmiðlunum og kunnað um tann lógarkravda leigusáttmálan, er tað eitt, sum fleiri aktørar á íbúðarmarknaðinum gloyma.

- Fólk halda ikki at innflytingarfrágreiðingin er serliga umráðandi, men hon hevur minst líka so stóran týdning sum sjálvur leigusáttmálin, fortelur Andrass Holm Arge, sum vísir á, at tað javnan kemur fyri, at fólk gloyma innflytingarfrágreiðingina, tí tey ikki vita, hvat hon skal brúkast til .

Ein innflytingarfrágreiðing er ein støðumynd av, hvørjum standi íbúðin er í, tá leigarin yvitekur. Í frágreiðingin standa møguligir skaðar ella feilir í íbúðini, sum eru, tá leigarin flytur inn, og ofta vera myndir eisini brúktar.

- Um so er, at eitt trætumál um møguligan skaða á ein íbúð stingur seg upp, biður leigunevndin altíð um innflytingarfráðgreiðingina. Er hon ikki til, kunnu vit ikki meta um málið, tí vit ikki hava nøkur prógv.


Leigarar seta krøv

Leigulógin hevur virkað nú í tvey ár, og sambært formanninum í leigunevndini riggar lógin soleiðis, sum hon skal.

- Fólk eru sum heild væl upplýst um tey rættindini, tey hava sum leigarar og útleigarar. Trætumál kunnu tó altíð stinga seg upp, og tá er tað altavgerandi fyri útfallið av eini møguligari kæru, at neyðugir sáttmálar og frágreiðingar eru brúkt, greiðir Andrass Holm Arge frá.

Endamálið við leigulógini er at verja rættindini hjá leigara og útleigara, umframt at fremja ein góðan og vælskipaðan leigumarknað.

- Sum við so nógvum øðrum so tekur ein slík tilgongd tíð. Við lógini royna vit at skapa skipaði viðurskifti á íbúðarmarknaðinum, og hóast tað gongur rætta vegin, eru vit enn ikki rokkin á mál, sigur Andrass Holm Arge og vísir á munir á íbúðarmarknaðinum í Føroyum og Danmark.

- Sum heild eru íbúðirnar í góðum standi, men føroyingar eru eisini farnir at seta størri krøv til íbúðirnar enn fyrr. Í Danmark verða íbúðir skrásettar og góðkendar, soleiðis at tær vánaligu á henda hátt verða sáldaðar frá. Soleiðis er mannagongdin ikki í Føroyum, og tað merkir, at onkrar vánaligar íbúðir eru á marknaðinum, greiðir Andrass Holm Arge frá. Hann leggur afturat, at leigunevndn javnan fær fráboðanir frá fólki um eitt nú sopp og fukt í íbúðini, tá tey flyta.

Framhaldandi verður arbeitt við at betra um íbúðarviðurskiftini. Serliga er tað trupulleikin við depositum, sum greiði skal fáast á.

- Í løtuni arbeiðir Almannaráðið og Heilsumálaráðið við at betra um umstøðurnar hjá leigarum. Ítøkiliga arbeiðir mann við einum uppskotið um at depositum verður goldið inn á eina serliga depositumkonto í bankanum, har leigari og útleigari skriva undir, at peningaupphæddin verður útgoldin, tá leigumálið verður sagt upp, sigur Andrass Holm Arge.


Leigulógin:

Fyri tveimum árum síðani 1. September 2010 kom ein nýggj løgtingslóg í gildi um útleigan av búðstøðum. Nýggja leigulógin skuldi tryggja rættindini hjá útleigara og leigara, virka fyri einum vælskipaðum leigumarknaði og eisini seta krøv til leiguavtalur.

Tað er leigunevndin, sum hevur eftirlit við, at ásetingarnar í lógini verða hildnar. Harumframt er tað eisini leigunevndin, ið tekur avgerð í trætumálum, sum kunnu standast millum leigara og útleigara.

Brúkaraumboðið virkar sum umsiting fyri leigunevndina, og er tann stovnurin ið er í dagligum samskifti við leigarar og útleigarar.

Sí meira á www.leigunevndin.fo