Útleigan av egnum bústaði skattafrí

Nú fyrsta uppskotið í nýggja bústaðarpakkanum hjá landsstýrinum verður lagt fram mælir Óli Breckmannn til, at inntøkur frá útleigan av egnum bústaði verða skattafríar

Tað skal løna seg hjá fólki at leiga út egnan bústað. Og tað ger tað ikki í løtuni.

Við risahøga skattinum á inntøkum, ið stava frá útleigan, velja fólk ikki at leiga út – ella í ringasta føri at leiga út svart.

Tað sigur Óli Breckmann ið mælir til, heilt at strika skattin av leiguinntøkum av egnum bústaði, ella í øðrum lagi at seta hann niður svarandi til partafelagsskattin á 18%.

- Hetta hevði ført við sær, at fólk vórðu meiri áhugað í at leiga út, samstundis sum fólk, sum ynskja at leiga, fáa betri og bíligari íbúðir, og hartil eisini fleiri at velja ímillum, sigur Óli Breckmann.

Gerst útboðið størri, verður talan um keyparans marknað við fleiri, betri og bíligari íbúðum, og ikki sum nú, einum avmarkaðum útboði, við hvørt til ivasama góðsku.

- Men hetta skal bert umfata privata útleigan av egnum íbúðum til privat. Handilslig útleigan er í flestu førum umfatað av partafelagsskattinum kortini. Men tað, sum ræður um, er at fáa fleiri áhugað í at leiga út, tí tað gagnar øllum pørtum, heldur Óli Breckmann úr Fólkaflokkinum.