Ætlar samgongan at sløkkja fyri Ráðgevingini í Keypmannahavn?

Hans Pauli Strøm, javnaðarmaður

-----
Fyri at neyðhalda um ein sparing uppá 100.000 kr á fíggjarlógini er vandi fyri, at sosiala Ráðgevingin fyri føroyingar í Danmark dettur niðurfyri. Kyniska svarið frá landsstýriskvinnuni í almannamálum er, at ta ábyrgdina mugu onnur eiga, og at hon ikki dugur at síggja, at tað skal verða uppgávan “at integrera føroyingar í Danmark” (sí Dag og viku fríggjakvøldið).

Nógvir túsundtals føroyingar, lesandi ungdómur eins og fólk í sjúkuørindum, hava í áratíggjur fingið holla hjálp og vegleiðing frá Ráðgevingini, sum heldur til í Føroyahúsinum í Keypmannahavn. Gjøgnum árini hava tær báðar sosialráðgevararnir uppbygt slíka virðismikla fakliga vitan og royndir, so at onga aðra staðni kunnu fólk fáa ta hjálp, sum Ráðgevingin kann veita.

At lýsa teirra virksemi høvdu tær 1786 mál í 2011. Ein triðingur kom úr Føroyum og hinir tveir frá føroyingum í Danmark. Útvið 33% av málunum snúðu seg um arbeiðs- og skattaviðurskifti, 25% um viðurskifti hjá føroyskum sjúklingum og avvarandi, 18% snúðu seg um ymisk lestrarviðurskifti, og tey síðstu 12% vóru um mál í samband við flyting landanna millum. Ein dag um vikuna eru tær á Sjúklingahotellinum Tórshavn.

Landsstýriskvinnan í almannamálaráðum skar 100.000 kr. burtur av játtanini hjá Ráðgevingini fyri 2012, svarandi til knappliga 10%. Almannamálaráðið ætlar at halda fast við sparingina eisini fyri 2013, umframt at onki verður givið fyri prísvøkstur og sáttmálahækkingar. Við hesum er Ráðgevingin hótt, tí longu er skorið inn á bein, eins og eginognin hjá sjálvsognarstovninum verður burtur fyri at dekka hallið í hesum árinum.

Vónandi vinna vit og skil á asosialu smáligheitini, so játtanaruppskotið frá Almannamálaráðnum verður broytt og fíggjarliga grundarlagið hjá hesum pinkulítla men ógviliga týdningarmikla stovni verður tryggjað.