Nakrir av leikarunum í Manchester United hava verið settir í samband við møgulig skiftir burtur frá felagnum, men nú sigur venjarin, at tað neyvan fer at henda í flytingarglugganum nú í januar.
Tveir, ið hava verið settir í samband við onnur feløg, eru Matteo Darmian og Andreas Pereira, men sum landið liggur í løtuni, so fara teir hóast alt ongan veg.
- Í løtuni vænti eg ikki, at nakar leikari fer úr felagnum. Ongar avtalur eru gjørdar. Framvegis kann okkurt henda, men mær dámar betur, at gluggin letur aftur, so eg kann hugsavna meg hundrað prosent um hópin og teir spælarar, ið eru her, sigur Ole Gunnar Solskjær við Sky Sports.
Serliga er tað ósannlíkt, at Andreas Pereira fer nakran veg.
- Andreas Pereira fer ikki úr felagnum. Hann hevur víst framúr góðan form til venjing. Hann er eitt stórt talent á miðvøllinum, og hann skal nokk fáa hópin av spælitíð restina av kappingarárinum, sigur Solskjær.
Næsta uppgávan hjá Manchester United verður í annaðkvøld kl.20.00, tá ið Burnley kemur á vitjan á Old Trafford í Premier League.